Sirið segði ikki ósatt fyri Løgtinginum

Hon svaraði eftir síni bestu sannføring, sigur løgmaður

Sirið Stenberg, landsstýriskvinn í heilsumálum, segði ikki ósatt fyri Løgtinginum, tá ið hon svaraði einum spurningi frá Jógvani á Lakjuni, tingmanni fyri Fólkaflokkin, um hjúnabandslógina.

 

Tað heldur Joen Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin annars og tað vildi hann hava løgmann at siga sína hugsan um.

 

Sirið Stenberg upplýsti nevniliga tann 25. mai í fjør, at hjúnabandsmál er partur av familjurættarliga økinum, sum framvegis er felagsmál.

 

Men løgmaður hevur sagt, at stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini var yvirtikin longu í 2007, tá ið kirkjan varð yvirtikin.

 

Men Aksel V. Johannesen heldur ikki, at landsstýriskvinnan hevur sagt ósatt.

 

Hon tosar yvirskipað um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til alt málið í sambandi við hjúnalag ímillum tvey av sama kyni, sigur løgmaður

 

Og løgmaður sigur, at tá ið Sirið stenberg svaraði, segði hon, sum rætt er, at alt hjúnabandsøkið er danskt og at tað var óvist, hvussu farast skuldi fram. Og hon tosaði ikki serliga um stykki tvey í grein 14, sigur løgmaður.

 

Og tá ið Sirið Stenberg svaraði tann 25 mai í fjør, var tað framvegis ógreitt um stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini var partur av hjúnabandslógini ella kirkjuni.

 

Men síðani eru føroyskir og danskir myndugleikar samdir um, at stykki tvey í grein 14 varð yvirtikið saman við kirkjuni í  2007 og tí svaraði Sirið Stenberg sum hon visti tá, sigur løgmaður.