Sirið Stenberg stóri vinnarin – higartil

Hon hevur nógv flestar persónligar atkvøður

Nú 30 valstøð við 9,4 prosentum av atkvøðunum, er Sirið Stenberg úr Tjóðveldi tann stóri atkvøðuslúkarin.

 

 

Úrslitið skal sjálvandi takast við fyrivarni, men Sirið Stenberg er toppskorari av øllum við 254 atkvøðum og tað er nógv meiri enn tann, sum hevur fingið næstflestar atvøður.

 

Tað er Aksel V. Johannesen, sum hevur fingið 218 atkvøður og Jacob Vestergaard hevur fingið 212 atkvøður.

 

Av hesum eru fleiri bygdir í Suðuroy, eitt nú Vágur, har Sirið Stenberg fekk 193 atkvøður, men hinvegin hevur Jacob Vestergaard ikki fingið heilt so nógv í Suðuroy, men hann fekk 110 atkvøður í Vági.

 

Størstu framgongdina hevur hevur Javnaðarflokkurin, sum hevur 4,5 prosent í framgongd, og størstu afturgongdina hevur Fólkaflokkurin, sum hevur 6,8 prosent í afturgongd.