Sirið vónar at onnur fylgja sama leisti

Jógvan Skorheim, Magni Garðalíð og Sirið Stenberg

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendis- og heilsumálum, var í dag við til sína fyrstu kommunusamanlegging síðani hon tók við sum landsstýriskvinna.

Hóast aðalráðið ikki hevur verið ein partur av samráðingunum, so er tað kortini landsstýriskvinnan, ið skal góðtaka sáttmálan millum kommunurnar. Tað tykist tó ikki at vera ein trupulleiki, tí landsstýriskvinnan fegnaðist um samanleggingina.

- Tá man hevur sett sær fyri, at stór og tung økir skulu leggjast út til kommunurnar at umsita, so verða tey økini best røkt í størri samstørvum. Hetta er heilt vist ein góð leið at ganga, sigur Sirið Stenberg í stuttari viðmerking við in.fo.

Landsstýriskvinnan vónar, at samanleggingin í dag kann skunda undir aðrar kommunur.

- Eg vóni, at hetta kann geva íblástur til aðrar kommunur. Tað er eisini jaligt, at báðar kommunurnar hava gjørt hetta av egnum vilja, og at tað ikki var neyðugt við tvungnari samanlegging.