Hon hevur nógvar sterkar meiningar, men setur seg ikki sum dómara yvir øðrum. Hon finnur seg ikki í øllum, stendur við sína sannføring og hevur ein smittandi men undirmettan, látur.
Sunneva og vinfólk hennara høvdu leingi tosað um "hitt staðið" sum manglaði í býnum, tó visti ongin reiðiliga hvat hitt staðið var - men hon helt seg vita.
Sunneva Háberg Eysturstein eigur og rekur vertshúsið Sirkus, sum er "hitt staðið". Henni dámar væl at vera millum fólk, og njóta samveruna við øðrum.
- Hetta gera vit øll, tí vit eru floksdýr, sigur hon. Munurin liggur bara í hvussu samkomuhúsið, vit møtast í, sær út.
Vit koyra okkum sjálvi í størri bólkar fyri at passa inn í samfelagið, sigur Sunneva. Hon heldur at vit skuldu heldur givið hvørjum øðrum rúm til at vera soleiðis sum vit eru.
Lesið meir um ráau og sterku kvinnuna Sunnevu Háberg Eysturstein og vertshúsið Sirkus í Sosialinum í morgin fríggjadagin