Hetta er fyrstu ferð, at Cirkuuz Baldoni vitjar í Føroyum.
? Vit gleða okkum nógv til at vísa føroyingum okkara sirkus, som hevur fingið gott skoðsmál frá fólki í Danmark, sigur Thessa Daniella, sum er pressufólk hjá Baldoni.
Ferðin til Føroya er komin í lag í samstarvi við ítróttarfeløg kring landið, og feløgini fáa part av inntøkunum fyri atgongumerkjasøluna
Cirkuuz Baldoni fer at bjóða alt tað, sum fólk kenna frá sirkus. Borðiskar fara á flog, klovnar fara at undirhalda, og eldur verður eisini partur av showinum.
Framførslan var í tveir tímar hvørja ferð.
Baldoni leggur fyri á Tvøroyri mánadagin 27. oktober, týsdagin eru tey í Vági, hósdagin í Miðvági, fríggjadagin og leygardagin í Havn, sunnudagin í Klaksvík, mánadagin á Kambsdali, týsdagin í Runavík og mikudagin 5. november á Sandi.
Atgongumerki verða seld í forsølu og ein tíma áðrenn sýningarnar.