Fyrr í dag komu boð um at enska fótbóltsfelagið, Liverpool Football Club, nú endiliga kundi seljast New England Sports Ventures. Tað hendir eftir at ein rættur í Onglandi gav Liverpool viðhald í eini sak, um meirilutin í leiðsluni í Liverpool kundi selja felagið ella ikki.
Fyri løtu síðan komu so kontra boð. Ein rættur í Texas í USA hevur nú staðfest, at meirilutin í Liverpool kann ikki selja felagið. So fyribils er sølan av Liverpool steðgað. Ikki nokk við tí, so hava Tom Hicks og George Gillett reist eitt endurkrav ímóti Liverpool uppá góðar 10 milliardir krónur. Tað skrivar The Guardian fyri løtu síðan.
Teir báðir núverandi eigarnir av Liverpool, Tom Hicks og George Gillett, vilja vera við, at felagið hevur nógv størri viðrið enn tær 2,55 milliardirnar, sum NESV hevur boðið uppá Liverpool og sum ein meiriluti í leiðsluni tók av.
Tað eru fimm limir í leiðsluni í Liverpool. Tom Hicks og George Gillett, sum eisini eiga felagið. Hinir tríggir eru Martin Broughton, Christian Purslow og Ian Ayre. Martin, Christian og Ian eru fyri søluni til NESV, meðan Tom og George eru ímóti.
Um seinastu dagarnir eru nakað at ganga eftir, so verður enn ein partur av ?Sirkus Liverpool? í morgin.