Mánakvøldið verður fyrsta sýningin hjá Cirkus Baldoni, sum vitjar í Føroyum til mikudagin 8. september. Cirkus Baldoni byrjar sýningar sínar í Føroyum mánakvøldið kl. 19 í ítróttarhøllini í Vestmanna. Síðan verður vitjað í teimum flestu ítróttarhallum kring landið við klovnum og gyklarum.
Frá mánadegnum 30. august til mikudagin 8. september 2010 verður møguleiki at uppliva tveir tíma longu sýningina hjá Cirkus Baldoni, sum er fyri alla familjuna. Føroyum.
Í tíðindaskrivi siga Cirkus Baldoni, at har er alt frá gyklarum við keylum til flúgvandi tallerkar á pinnum og rulluskoytuframsýning í heimsklassa. Eisini eru klovnarnir Danilo og Danila ordiliga í hopla, eins og Mr. Hokus og Miss Fokus framføra síni gandakynstur, umframt at cowboy og indianarar hava sín leiklut á framsýningunum.
Framsýningarnar verða í Vestmanna, á Giljanesi, í Klaksvík, Runavík, Fuglafirði, Trongisvági, Tórshavn, Skopun, Eiði og í Hvannasundi skrivar heimasíðan www.cirkusbaldoni.com.