Hann hevur avgjørt melodiskt tev, høvuðsmaðurin í nýggja ?føroyska? bólkinum Sirm, sum er rættiliga norðurlendskur tá til stykkis kemur. Tí bert tveir av seks sirmarum eru føroyingar. Høvuðsmaðurin er sangarin, sangskrivarin, cello- og guitarspælarin Tór Verland Johansen.
Hann hevur áður staðfest seg í sera væl umtókta bólkinum Safir saman við Janus Trúgvason.
Nú roynir Tór Verland seg sjálvur við hjálp frá føroyska saxofonistinum Hans Petur í Brekkunum umframt guitaraleikaranum Lars Pedersen, keyboardmanninum Palle Hjorth, bassleikaranum Frederik Jørgensen umframt trummuspælaranum Mads Jørgensen.
Sirm er navnið, og tað er eyðkenda røddin hjá Tór Verland, ið ber boðini. Hann rennur ikki aftan á stórari poesi, hóast kompositiónirnar stundum hava rættiliga dyggan vísudám. ?Vit mala og fjala sum hini/ja fjakka og snakka við grini? ljóðar meira sum neyðrím enn nýskapan. Kanska er tað bæði.
Onki er at ivast í, at Tór Verland er best, tá hann sker inn á bein, fer frá ?vit? til ?eg?. ?Eg eri púra vekk í tær? rakar seymin á høvdið. Trúverdugt til fulnar. Sama er galdandi við síðsta lagnum ?So fitt?. Sirm er ikki bara vísu-poppur, men eisini rockur. Eitt nú drøna løgini ?Djevlarnir syngja? og ?Maskuball? avstað. Her vísir Tór Verland, at hann í roynd og veru kann syngja rættiliga rockutt. Tað klæðir honum. Sjálvur troyttist eg onkuntíð av hansara rødd, tá hann dekan ov ofta velur at fara upp í hægru luftløgini, har røddin gerst snjøll og ónuanserað.
Flott er tað kortini, at geva út 10 føroyskar sangir, har ongin kompositión dettur niður á gólvið. Tór Verland er snøgt sagt ein frálíkur vísu-popp komponistur.
Nú er Sirm sjálvsagt ein bólkur, og tað hoyrist eisini fyrst og fremst gjøgnum ?soundið?, sum er tað sama allanvegin. Sirm er ein heilskapað útgáva. Hans Petur gerst betri og betri á saxofonina. Serliga soloin á ?Djevlarnir syngja? er góð. Hann fellur heldur ikki fyri freistingini at spæla saxofon á hvørjum lagi. Guitarleikarin Lars Pedersen hevur sera flottan tóna og spælir tvær deiligar soloir á Sirm.
Alt í alt ein flott byrjan hjá Sirm.