Tað skrivar Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, sum vit kenna sum Sissal frá Eurovision kappingini, har hon umboðaði Danmark.
Hon skrivar á Facebook í dag, at hetta er púra surrealistiskt og ein sera stórur heiður at vera við í eini sending, sum hon fygldi trúføst úr sofuni saman við familjuni gjøgnum allan uppvøksturin.
– Eg havi enntá fingið tann mest fantastiska partnaran og klári als ikki at bíða við at vísa tykkum – »hvad de her gamle stænger kan... eller ikka kann. What a ride it’s gonna be!«, skrivar Sissal Jóhanna á Facebook – har hon leggur afturat:
»PS. pls giv mig mere end to stemmer hver fredag«.
##med2##
##med3##