Sukurfríar sodavatn kenna vit væl. Tað eru nógv ár síðani fyrstu føroysku light sodavatnirnar komu á marknaðin, og merki sum Cola Zero, Pepsi Max of Faxe Kondi Free kenna vit væl.
Nú stendur "havnadrykkurin" Sisu fyri tørni. Føroya Bjór sendir í hesi vikuni Sisu Null á marknaðin. Sambært Føroya Bjór, so hevur Sisu Null tann sama eyðkenda Sisu-smakkin, bara uttan sukur.
Føroya Bjór skriva í tíðindaskrivi, at Sisu líka síðan byrjanina hevur verið sera væl móttikin millum føroyingar; tó hava nógv saknað eina Sisu uttan sukur og kaloriur. Føroya Bjór hevur í langa tíð arbeitt við at menna smakkin á Sisu Null, og í hesum døgum kemur hon endiliga á marknaðin.
Orsøkin til navnið er einføld. Sisu Null inniheldur:
- Null sukur
- Null kaloriur
- Null fiti
- Null litevni
Føroya Bjór sigur, at Sisu Null hevur sama góða smakk sum klassikarin, ein frískligan sitrónsmakk, sum eingin onnur sodavatn.
Sisu Null fæst at byrja við 0,5 ltr. PET fløsku á krt 24 stk og fæst til sølu frá viku 28.