Sitandi samgonga er fyrsta boð

Tjóðveldi og Framsókn verða teir fyrstu, ið Javnaðarflokkurun tosar við eftir valið

Um verandi samgonga við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn vinna ein meiriluta á løgtingsvalinum 31. august, verða tað teir tríggir flokkarnir, ið fyrst tosa saman.

Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, tá hann í dag legði fram valskránna hjá flokkinum.

- Vit hava í løtuni eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, ið vit halda hevur riggað væl. Fáa vit 17 tinglimir skylda vit hinum samgonguflokkunum at seta okkum niður at vita, um tað riggar at gera eitt samgonguskjal, var svarið, tá hann á tíðindafundinum bleiv spurdur um samgongumøguleikar eftir valið.

Um tað ikki ber á mál, er løgmaður sinnaður at kanna aðrar møguleikar við undantaki av Fólkaflokkinum. Har er støðan enn tann, at tað er ikki aktuelt, tí munirnir millum flokkarnar eru ov stórir.