– Ein heimagjørd gáva sigur nógv meiri enn okkurt keypt tinganeyst. Hon sigur, at man hevur nýtt tíð og orku. Hon sigur, at tað er nakað persónligt. Hon sigur, at man fær alt for lítið í lummapengum!
Teknirøðin "Steen og Stoffer"
------------------------------
– Jólamaðurin er inni á nøkrum røttum: Vitja fólk einaferð um árið
Victor Borge
----------------------
– Vit eiga at geva, sum vit taka ímóti: við gleði, skjótt og uttan drál - tí tað er eingin vakurleiki við eini gávu, sum illa vil sleppa hondunum á gevaranum
Seneca
----------------------
– Eg gavst at trúgva uppá jólamannin, tá eg var seks ár. Mamma tók meg við í eina sølumiðstøð at hitta hann, og hann spurdi meg um mín autograf.
Shirley Temple
----------------------
– Tað er við at geva, at tú fær.
Frans av Asissi
----------------------
– Tað eru fýra tíðarskeið í lívinum hjá einum manni: 1- hann trýr uppá jólamannin, 2- hann trýr ikki uppá jólamannin, 3 - hann er jólamaðurin, 4 - hann líkist jólamanninum.
Ókendur
--------------------------------
– Maria var gift við Jósefi, men so bleiv hon pá vegin við einum falnum eingli. Tí máttu tey koyra við eslinum, inntil tey komu til eitt ungdómsherberg, men har sluppu tey ikki inn. Til endans máttu tey búgva í einum rotnum, gomlum fjósi, sum onkur bóndi átti, og Jesusbarnið mátti liggja í eini skál, meðan eslið stóð og gløddi at honum.
Elin 6 ár
----------------------
– Fyrst var Gud giftur við Mariu, men so blivu tey skild, og so flutti Gud altso upp í himmalin.
Hálvdan, 6 ár
--------------------------------------------
– Tað besta við Gudi er, at honum dámar børn, sjálvt um tey skikka sær illa. Hann er tann einasti, sum dámar óskikkilig børn.
Jón, 6 ár
--------------------------------------------
– Jólamaðurin er øgiliga gamal. Hann er minst 12 ár.
Anna 5 ár
--------------------------------------------
– Eingin er nakrantíð vorðin fátækur av at geva
Anne Frank