Jonhard Hammer
Maðurin, ið varð handtikin og skuldsettur fyri at hava sett eld á matstovuna Marco Polo, situr framvegis í varðhaldi.
Løgrelgan kannar í løtuni málið, og tí eru teir ikki so tíðindafróðir, men sum skilst verður eisini kannað, um maðurin hevur samband við eldsbrunan, sum fyrr í ár var í matstovuni Skáanum.
Maðurin varð varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, og hann skal fyri rættin aftur 11. november, og tá skal støða takast til, um maðurin verður ákærdur, ella um hann skal latast leysur.
Tað var eitt vitni, sum segði seg hava sæð skuldsetta uttan fyri matstovuna í einum ávísum Securityjakka, sum maðurin í rættinum segði seg ikki eiga. Sum skilst hevur løgreglan gjørt húsarannsókn har sum maðurin býr, men teir vilja einki siga um, hvørt teir hava funnið jakkan ella ikki.