Situr í fongsli í Iran og fekk friðarheiðursløn í Oslo

Børn tosaðu vegna fongslaðu mammuna og halda, at Nobel friðarheiðurslønin stimbrar iransku friðarrørsluna

 

Millum børnini Ali og Kiana Rahmani stóð stólurin hjá mammuni tómur, tá friðarheiðurslønin varð handað í dag. - Foto: Fredrik Varfjell/Ritzau Scanpix  

Tann týdningarmesti stólurin stóð tómur, tá Nobelfriðarheiðurslønin varð latin í dag.

Tað var stólurin, sum fongslaði friðarheiðurslønarmóttkarain úr Iran, Narges Mohammadi, skuldi havt sitið á.

Tað skrivar norskir miðlar – millum annað NRK – úr Oslo.

Meðan Mohammadi sjálv situr í Evin-fongslinum í Teheran, tosaðu børnini hennara vegna hana. Hon fær virðislønina vegna áralanga stríðið fyri rættindum hjá kvinnum í Iran og mannarættindi í heiminum.

Børnini Ali og Kiana Rahmani hava samært NRK ikki sæð mammuna í átta ár. Tey hava heldur ikki tosað við hana í tvey ár.

Í dag lósu tey røðu hennara við tá heiðurslønin varð handað.

– Eg eri vís í, at Nobel friðarheiðurslønini fer at ávirka iranar og stóru rørsluna fyri friði, frælsi og fólkaræði, siga børnini sambært tíðindastovuni NTB.

– Og tað gevur okkum vón og íblástur.

Í oktober varð almannakunngjørt, at Mohammadi fekk Nobelfriðarheiðurslønina.

51 ára gamla Mohammadi er leiðari í »Woman, Life, Freedom« røsluni, sum millum annað fevdni um mánaðarlongu mótmælini í Iran eftir at tann 22 ára gamla Masha Amidi doyði 16. september í 2022.

Amini misti vitið, tá hon var í varðhaldi hjá iransku moralløgregluni. Hon varð handtikin, tí hijab hennara ikki fjaldi alt árið.

Tá Ali og Kiana Rahmani tóku ímóti friðarheiðurslønini, sum forkvinnan í Nobelnevndini, Berit Reiss-Andersen handaði teimum, var sambært NTB lógvabrestum frá standandi áhoyrarafjøldini í ráðhúsinum í Oslo, har bæði kongshúsið og stjórnarumboð vóru.

 

##med2##

Mohammadi, sum hevur havt heilsutrupuleikar í fongslinum, hevur sambært Reiss-Andersen, hevur avbjóðingar í fongslunum vegna sítt mótmælisvirksemi.

– Hon hevur goldið ein høgan prís fyri mannarættinda- og fríðarvirksemi sítt, segði forkvinnan.

– Hon hevur ikki kunna arbeitt sum alisfrøðingur og verkfrøðingur. Í fleiri áratíggju hevur hon verið eyðmýkt, og hon er handtikin 13 ferðir.

Mohammadi heur sitið í Evin-fongslinum síðani 2021.

Hon er sambært NRK fjórði friðarheiðurslønarmóttakari í søguni, sum hevur sitið í fongsli, tá heiðurslønin er handað. Tað sama var í fjør, tá Ales Bjaljatski úr Hvítarusslandi í fjør fekk heiðurslønina.

/ritzau/

 

 

Millum børnini Ali og Kiana Rahmani stóð stólurin hjá mammuni tómur, tá friðarheiðurslønin varð handað í dag. - Foto: Fredrik Varfjell/Ritzau Scanpix  

Kiana og Ali Rahmani, børnini hjá Narges Mohammadi, tóku ímóti friðarheiðurslønini vegna mammuna í Oslo í dag. - Foto: Javad Parsa/Ritzau Scanpix