Grønlendski javnaðarflokkurin, Siumut hevur tikið seg úr grønlendsku landsstýrissamgonguni.
Tað upplýsir Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður úr Demokraatit flokkinum, í einum uppslagi á Facebook.
– Tá tað er sagt, so hevur tað týdning fyri meg at upplýsa, at samgongan og landsstýrið halda fram við sínum arbeiði, skrivar Jens-Frederik Nielsen.
– Vit hava ábyrgdina av, at land okkara verður leitt róliga og ábyrgdarfult ígjøgnum ta støðu, vit eru í nú.
Uttan Siumut hevur stjórnin framvegis meiriluta í grønlendska landstinginum.
Eftir eru stjórnarflokkarnir eru Demokraatit, Inuit Ataqatigiit (IA) og Atassut. Tilsamans hava teir 19 av 31 sessum í grønlendska tjóðartinginum, Inatsisartut.
Jens-Frederik Nielsen skrivar víðari, at forkvinnan í Siumut, Aleqa Hammond, handaði honum boðini fríggjadagin.
– Tað er teirra avgerð. Eg virði tað. Men eg skal eisini vera erligur og siga, at eg eri skuffaður.
Fyri trimum døgum síðani hóttu Siumut og Aleqa Hammond við at fara úr landsstýrinum. Hetta tí tveir grønlendskir ráðharrar úr Demokraatit og IA hava valt at stilla upp til fólkatingsvalið.
Atassut er eisini misnøgt og vil kanna, um tað er lógligt.
Jens-Frederik Nielsen hevur upplýst, at tað er "teirra rættur" at stilla upp. Tað er eingin lóggáva, sum bannar tí.
Siumut fekk fýra umboð á grønlendska valinum í mars 2025 og endaði sostatt í einari breiðari samgongustjórn, har bara Naleraq ikki var partur av.
Í juni fekk Siumut nýggjan leiðara, tá Aleqa Hammond kom aftur í politikk.
Frá 2013 til 2014 var hon stjórnarleiðari í Grønlandi, men hon mátti leggja frá sær, eftir at fleiri keðilig mál komu fram.
Í valinum til nýggja leiðaran vann hon á Vivian Motzfeldt, sum hevur verið grønlendskur uttanríkisráðharri og framstandandi persónur undir stríðnum við USA.
Motzfeldt er nú liðug sum landsstýriskvinna, eftir at flokkur hennara tók seg úr stjórnini. Hon var einasti Siumut-ráðharri í stjórnini.
/Ritzau/












