Hóskvøldið 10. februar kl. 19.00 lata hurðarnar upp í Atlantis fyri einum heilt øðrvísi tiltaki. Tað er Føroya Shell í norðoyggjum, sum er vertur og hava teir fingið áhugaverdar persónar at greiða frá ymiskum, sum hevur við havið at gera. Umframt stuttar fyrilestrar, so verða eisini filmsbrot at síggja, sum eru tikin við undirvatnsfilmstóli.
Tað fyrsta á skránni er Petur Steingrund, fiskifrøðingur, sum kemur at siga eitt sindur um fiskiskap við línu, í mun til livilíkindini í sjónum. Síðani kemur Knud Simonsen, havfrøðingur, at vísa fram sjóvarfall á teldu. Hetta er eitt telduprogram, sum við pílum vísir, hvussu tað rekur runt oyggjarnar.
Eftir hetta verður ein lítil steðgur, har tað ber til at smakka tí víðakendu høvdasuppuna úr Leirvík. Eftir steðgin fer Hans Eli Hansen, lærari og undangongumaður hjá seglskipinum Draganum, at siga frá um óeydnistúrin, sum sluppin Dart gjørdi, tá teir skuldu sigla úr Vestmanna til Klaksvíkar, men komu í ódnarveður og ruku heilt til Hetlands.
Tað síðsta á skránni er eisini sera forvitnisligt. Tá verða víst filmsbrot, sum eru tikin við undirvatnsfilmstóli. Til ber at síggja, hvussu fiskur bítur á snellu- og línureiðskap, og hvussu hann kemur í trolið. Sjálvt um tiltaki hevur við havið at gera, so eru øll vælkomin. Tiltakið er ókeypis, men av tí at einans er pláss fyri 100 vitjandi, verða tey sum hava áhuga fyri hesum tiltaki biðin um at avheinta atgongumerkini á Shellstøðini í Klaksvík.