Seinasta hósdag læt Sjógæti, sum hevur fiskavirki við Norðskála, upp fiskahandil í bygninginum hjá Snodd á Toftum.
Hetta er fyrsta beinleiðis sølubúðin, sum Sjógæti letur upp, men virkið hevur yvir eina longri tíð selt sínar fiskavørur í Vágsbotni í Havn hvønn fríggjadag millum klokkan 10 og 12.
Felagið selur eisini sínar fiskavørur í Vágum og Suðuroy umleið eina ferð um mánaðin, tá farið verður út í økið við vogni, sum er innrættaður til endamálið.
Hans Marius í Byrgi sigur, at handilin á Toftum er opin fríggjadag frá klokkan 10 til 14, men allar vanligar yrkadagar kunnu vørur bíleggjast hjá Sjógæta á Toftum, sum hvønn fríggjadag og mánadag hevur væl umtókt og steikiklárt gulllaksafars.
- Vit selja annars primert frystar fiskavørur í sølubúðini á Toftum, men annars kunnu allar tær vørur, sum Sjógæti selur - eisini tær fesku vørurnar - bíleggjast og avheintast í fiskahandlinum á Toftum, sigur Hans Marius í Byrgi.
Tað eru Hans Marius í Byrgi og Jóhannus M. Olsen, reiðari, sum eiga Sjógæti.