Fótbóltur
Í gjárkvøldið stóð greitt, at Lionel Messi er ársins fótbóltsspælari í Europa í 2009. Enntá við methøgum atkvøðutali, har hann fekk 473 av teimum 480 stigunum, sum kundu fáast.
Men sum við so nógvum vøkrum ævintýrum, so var tað um reppið, at Messi ongan tíð gjørdist fótbóltsspælari.
Tað er framvegis eyðsæð, at Messi ikki er serliga høgur av vøkstri, men sum smádrongur hótti hetta við at steðga fótbóltsleiðini, hóast evnini við leðurkúluni vóru eyðsýnd.
11 ára gamal fekk hann staðfest eina hormon- og vakstrarsjúku, og hendan kravdi eina kostnaðarmikla viðgerð.
Í Argentina hevði hann fram til tá spælt við lokala felagnum, Grandoli, har pápi hansara var venjari. Newell’s Old Boys var eitt av feløgunum, sum hevði lagt fótbóltsevnini til merkis, men hóast sáttmálin var til reiðar at skriva undir, so hevði felagið ikki ráð at rinda fyri sjúkraviðgerðina, sum kostaði $900 um mánaðin.
Tað var tó ikki ein upphædd, sum nervaði spanska Barcelona tað allarminsta. Har hevði ítróttarstjórin, Carles Rexach, eisini lagt til merkis stóra talentið, og tá Messi hevði skyldfólk í Catalonia, bar til at fáa uppihaldsloyvi til húskið, sum soleiðis flutti til spanska stórbýin.
Ein avgerð, sum Barcelona als ikki hevur havt nakra orsøk at angra.
Longu legenda
So skjótt, sum hann hevði aldur til tess, spældi hann við B-liðnum hjá Barcelona, og eftir bara fimm dystir á hesum, var hann til reiðar at spæla fyri besta liðið, sum tann 16. november spældi venjingardyst móti Porto.
Tá var Messi 16 ár og 145 dagar gamal, og fyrsta almenna dystin fekk hann 11 mánaðir seinni, tá hann gjørdist yngsti spælarin, sum hevur spælt í La Liga fyri Barcelona. Eitt met, sum liðfelagin, Bojan Krkíc tó síðani hevur tikið. 1. mai 2005 gjørdist hann eisini yngsti málskjúttin í søguni hjá Barcelona. Eisini hetta metið er tó síðani tikið av Krkíc, men tá tað hendi, var tað sjálvandi eftir assist frá Messi sjálvum.
Og síðani hevur hann støðugt verið millum mest eyðsýndu spælararnar hjá Barcelona. Í 2005/06 gjørdist talan um sjey mál í 23 dystum, áðrenn ein vøddaskaði sendi hann út á beinkin í einum kappingarári, har Barcelona vann bæði La Liga og Champions League.
Í 2006/07 var leiklutur hansara enn meira eyðsýndur. Talan gjørdist um 14 mál í 26 dystum, men 11 av hesum komu í seinastu 13 dystunum, og við einum hattrick ímóti Real Madrid skrivaði hann seg av álvara inn í hjørtuni hjá viðhaldsfólkunum hjá Barcelona.
Árið eftir var Messi av álvara á veg móti heimstindunum. Tí einu vikuna megnaði hann til dømis at skora fimm mál upp á eina viku, og tá árið var av, stóð Messi bara aftan fyri Ronaldinho í atkvøðugreiðsluni um gylta bóltin hjá France Football.
Eftir at Ronaldinho var farin úr felagnum undan 2008/09, stóð Messi við 10-talinum á rygginum. Kanska ein stór ábyrgd, men við støðugum avrikum í top-klassa, lat Messi ongan iva vera um, at hann var maður at lyfta uppgávuna.
Tilsamans skoraði hann 38 mál í 51 dystum fyri Barcelona. Hann skoraði tvey av málunum, tá Real Madrid varð eyðmýkt við 2-6 tapi á heimavølli. Hann var toppskjútti í Champions League, har hann skoraði næsta málið í finalusigrinum móti Manchester United. Hann varð kosin UEFA Club Forward og UEFA Club Footballer, og við Barcelona vann hann eina søguliga Treble. La Liga, Copa del Rey og Champions League.
Messidona
Seinastu 15 árini hevur ein og hvør argentinskur spælari við fótbóltsevnum út yvir tey vanligu upplivað at verða eyknevndur tann nýggi Maradona.
Lága vakstrarlagið og vandamikla vinstrabeinið gjørdu sjálvandi sítt til, at Messi alt fyri eitt fekk hetta stemplið á seg. Og vónirnar til hansara minkaðu ikki, tá Maradona sjálvur segði, at Messi var tann einasti spælarin, sum hann helt vera verdugan at lyfta arvin sum nummar 10 á argentinska landsliðnum.
Og tvær hendingar í 2006/07-kappingarárinum gjørdu eisini sítt til, at hann tíðum verður nevndur Messidona.
Onnur hendingin kom tann 18. apríl í 2007, tá hann skoraði tvey mál Getafe í hálvfinaluni í steypakappingini. Annað av hesum var nevnliga átøkt málinum, sum Maradona skoraði móti Onglandi í 1986, og sum seinni hevur fingið heitið “aldarinnar mál”.
62 metrar frá málinum (sama fjarstøða sum hjá Maradona móti Onglandi) fekk Messi bóltin. Eins og Maradon á sinni, snýtti hann seks spælarar á vegnum, og tá málverjin sum tann seinasti av hesum varð rundaður skoraði Messi úr mest sum sama vinkli. Og eins og Maradona gjørdi tað 21 ár frammanundan, rann Messi til hornaflaggið at feira málið, sum liðfelagi hansara, Deco, segði vera tað besta, sum hann nakran tíð hevði sæð.
Men tað var ikki alt. Móti Espanyol hevði hann stutt undan hesum gjørt eitt mál, sum líktist neyvt hinum málinum, sum Maradona gjørdi móti Onglandi. Espanyol-málverjin, Carlos Kameni, helt seg hava tamarhald á støðuni, men Messi stakk hondina upp í nevaði bóltin í málið, uttan at dómarin legði hetta til merkis.
Enn restar tó HM-heitið, áðrenn Messi veruliga kann sammeta seg við Maradona. Og fleiri vilja helst vera við, at Argentina í undankappingini hevur verið alt annað enn álíkt einum komandi heimsmeistara.
Søgubøkurnar siga tó, at Maradona og hansara menn høvdu serstakliga trupult við at vinna seg til endaspælið í 1986. Ikki fyrr enn í seinasta undankappingardystinum varð HM-luttøkan tryggjað, og Carlos Billardo hekk í sera klønum tráð, tá farið varð til HM.
Sjálvur er Billardo nú hjálparmaður og ráðgevi hjá argentinska landsliðsvenjaranum. Hesin er eingin mætari enn Diego Maradona, og á vøllinum hevur hann ein lítlan lám við 10-talinum á rygginum. Nevnliga Lionel Messi, sum – um nakar – er maðurin, sum kann gera Argentina til heimsmeistara.