Gongst sum ætlað, fáa føroyskir sjúklingar í Danmark munandi betri umstøður.
Tað hevur leingi verið ein sannroynd, at Hotel Tórshavn í Keypmannahavn er alt ov lítið til at nøkta tørvin. Tað er eisini staðfest, at umstøðurnar á hotellinum eru ov vánaligar til nógvar sjúklingar og teirra avvarðandi.
Og nú hevur landsstýrið ásannað, at tað ikki ber til at gera fleiri ábøtur á Hotel Tórshavn og at tað tískil er neyðugt at útvega eitt heilt nýtt Hotel til føroyskar sjúklingar í Keypmannahavn og teirra avvarðandi.
- Støðan er so vánalig at hon er við at verða ótolandi. Tískil hava vit í eina tíð leitað eftir einum nýggjum hotelli, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.
Hava funnið húsið
Og nú metir landsstýrið seg at hava funnið eitt hús, sum er væl hóskandi til endamálið.
Men nú er tann stóri Spurningurin, um tað yvirhøvur ber til at fáa fatur á húsinum, antin til keyps ella til leigu.
Talan er um eitt gamal røktarheim, sum ein sjálvsognarstovnur eigur. Røktarheimið er latið aftur og nú er húsið til sølu.
- Talan er um eitt hús, sum liggur væl fyri í Keypmannahavn, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at tað er ein treyt við húsinum, at tað skal brúkast til almanna endamál og tí heldur hann, at tað eisini hevði verið góðtikið, at tað verður brúkt til sjúklingahotel.
- Stóri meinbogin er tann, at eisini Keypmannahavnar Kommuna vil hava fatur á húsinum at brúka til heimleys.
Hans Pauli Strøm stúrir fyri, at ætlar Keypmannahavnar Kommuna sær húsini, verður torført hjá landsstýrinum at fáa tey fyri nøsini á teimum.
- Men ætlanin er ikki at geva skarvin yvir, tí vit fara framvegis at royna at fáa fatur á húsinum.
Hann sigur, at sostatt hevur landsstýrið biðið føroyska umboðsmannin í Keypmannahavn og leiðarin á Hotel Tórshavn seta seg í sambandi við bæði sjálvsognarstovnin, sum eigur bygningin og við Keypmannahavnar Kommunu í eini roynd fáa ljóð fyri, at húsið verður brúkt til sjúklingahotel.
Men av tí sama, er tað enn óvist um tað yvirhøvur ber til at fáa fatur á húsinum.
Hetta húsið er væl størri enn Hotel Tórshavn, sum nú er og Landsstýrið leggur stóran dent á at fáa fatur á tí til sjúklingahotel.
- Á Hotel Tórshavn kunnu í allar besta føri stívliga 80 fólk gista. Men umstøðurnar eru ikki góðar og nú eru karmarnir á hotellinum sprongdir. Eitt nú kunnu vit ikki bjóða sjúklingum, sum eru í drúgvari viðgerð, at tey skulu búgva á Hotel Tórshavn.
- Hinvegin eru møguleikarnir at byggja hotellið út, at kalla uppi. Men so liggur tað ovaliga í einum háhúsi, so tað er ikki serliga sjúklingavinarligt og heldur ikki serliga hóskandi hjá rørslutarnaðum.
Nógv størri og betri
Í bygninginum, vit nú hava kastað eyguni á, eru 75 kømur, so har eru rúmd fyri væl fleiri fólkið enn á Hotellinum, vit hava nú. Harafturat er húsið í nógv betri standi og umstøðurnar inni nógvar ferðir betri enn á hotellinum, sum nú er, sigur Landsstýrismaðurin.
Eydnast ikki at fáa fatur á hesum húsinum, verður leitað aðrar vegir.
Men tað er í Keypmannahavn sum í øllum øðrum stórbýum, at tað er sera torført at fáa fatur á hølum, sum liggja væl fyri.
Sostatt er enn óvist at siga, nær tað ber til at fáa fatur á húsinum, ella um tað eydnast at fáa fatur á húsinum yvirhøvur.
Tá ið Hotel Tórshavn varð leigað fyri seks, sjey árum síðani, bant landsstýrið seg til at leiga hølini í 20 ár. So verður nýtt hotel útvegað, mugu eisini útvegir finnast fyri at sleppa burturúr leigimálinum, sigur Hans Pauli Strøm.
Fleiri ábøtur gjørdar
Annars eru fleiri ábøtur gjørdar á Hotel Tórshavn hesi bæði síðstu árini.
- Ein bati er, at síðani 2005 hava húski við illa sjúkum børnum havt tilboð um at búgva á Ronald McDonald Húsinum í Keypmannahavn, ímeðan barnið er innlagt á Ríkissjúkrahúsinum, sigur Hans Pauli Strøm.
Ronald McDonald Húsið er eitt sjúklingahotel fyri børn.
At kalla samstundis hevur tað eisini borið til hjá sjúklingum við veikari immunverju at fáa bústað í íbúð í Keypmannahavn ímeðan tey eru í viðgerð. Her kann vera talan um fólk, sum skulu hava mergtransplantation og sum tískil ikki kunnu búgva sanman við øðrum, sjúklingum av vanda fyri smittu.
Somuleiðis kunnu sjúklingar, sum hava bíðað eftir transplantatión ella líknandi í longri tíð, fáa íbúð í Keypmannahavn at búgva í fyri at tryggja, at teir kunnu hava eina so vanliga tilveru sum til ber undir sjúkraleguni.
Hans Pauli Strøm sigur, at í løtuni verður eisini arbeitt við at fáa sjey kømur afturat á Hotel Tórshavn . Tey kømrini skulu brúkast til sjúklingar og fylgjarar, ið Sjúklingahotellið annars plagdi at húsa aðrastaðni í býnum.
Umstøðurnar hjá rørslutarnaðum at sleppa inn og út av Hotel Tórshavn eru eisini alt ov vánaligir og tí verður eisini arbeitt við at betra um umstøðurnar hjá teimum. Tað verður gjørt við at gera nýggja høvuðsinngongd til hotellið og tað arbeiðið verður liðugt í næsta mánaði.
Við at sprongjast
Trýstið á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn er nógv økt seinastu árini og nú er hotellið ov lítið
Tey, sum gista á sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn, eru munandi økt í talið seinastu árini.
Tá ið Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum, greiddi frá virkseminum hjá hotellinum í Løgtinginum í vikuni,
Tað var Jørgen Niclasen, Løgtingsmaður, sum spurdi Landsstýrismannin, hvørjar ætlanir eru fyri sjúklingahotellinum.
Tá segði landsstýrismaðurin, at gistingingarnar eru nógv øktar, serliga hetta síðsta hálva árið ella meira.
Sjúklingahotellið varð tikið í nýtslu um ársskiftið 1999/2000, og í 2001 vóru gott 1.400 viðgerðaruppihald, men í 2006 2006 vóru um 1.900 viðgerðaruppihald.
Tað er ein vøkstur uppá um 500.
Umframt hetta vóru í 2001 gott 1.000 fylgjarar á hotellinum men í 2006 var talið um um 1.300 fylgjarar.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$