Nú skulu føroyskir sjúklingar hava fleiri møguleikar at søkka sær heilsubót.
Higartil eru sjúklingar, sum hava tørv á at fara uttanlands at fáa viðgerð, í nógv størstan mun sendir til Danmarkar á sjúkrahús.
Men Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at hereftir skulu føroyingar eisini hava møguleikan at fara til Íslands í nógv størri mun enn nú.
Og gongst sum hann ætlar, verður tað heilt skjótt, at ein avtala verður gjørt ímillum føroyskar og íslendskar myndugleikar um at senda føroyskar sjúklingar til Íslands at fáa viðgerð.
Tað var Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, sum spurdi um møguleikarnar fyri at senda føroyingar til Íslands at fáa viðgerð, ístaðin fyri bara at brúka sjúkrahús í Danmark.
Ført varð fram, at hvat viðvíkur viðgerð fyri krabbamein, fær danska heilsuverkið meiri ivingarsamt skoðsmál, samstundis sum íslendska heilsuverkið liggur heilt í topp í øllum heiminum.
Samstundis kunnu føroyskir sjúklingar brúka Sjómansheimið og hotelli hjá Reyða Krossi til sjúklingahotell.
Avtala í heyst
Hans Pauli Strøm sigur, at hetta er eitt mál, sum hann hevur arbeitt við og hann sigur, at ein avtala við íslendska heilsuverkið er nokk so nær.
Hann sigur, at føroyska almanna- og heilsumálaráðið og íslendskir myndugleikar hava havt nakrar fundir um skipað samstarv á heilsuøkinum.
Samstundis vóru læknar og sjúkrarøktarfrøðingar úr Íslandi fyrr í ár í Føroyum á kunningarferð.
Hans Pauli Strøm sigur, at ætlanin er at gera eina yvirskipaða, politiska avtalu um samstarv hesum arbeiða føroyskir og íslendskir myndugleikar við.
Gongst sum ætlað, verður ein slík avtala klár at undirskriva longu nú í heyst.
Samstundis verður arbeitt við at gera eina avtalu ímillum føroyska heilsuverkið og landssjúkrahúsið í Íslandi um hvørjar serviðgerðir, hendan avtalan skal fevna um og, hvørji tilboð føroyskir sjúklingar annars skulu fáa í Íslandi.
Hans Pauli Strøm sigur, at eini 95% - 97% av øllum føroyingum, sum fáa viðgerð uttanlands, fara til Danmark.
Men seinastu árini hevur tað vundið upp á seg at senda sjúklingar til Íslands, og aðrastaðni við og tað er hetta, sum ætlanin at skapa betri møguleikar fyri.
Hann sigur, at serliga verður hugsað um at senda krabbameinssjúklingar til Íslands í teimum førum, har stráluviðgerð krevst uppundir eina skurðviðgerð.
Í Íslandi er bíðitíðin stutt og viðgerðin effektiv, legði hann afturat.
Hann segði eisini, at íslendingar hava eisini góð úrslit í at viðgera pør fyri barnloysi og tað er eitt tilboð, sum fleiri føroysk pør hava tikið av.
Men ætlanin er eisini, at samstarvið við íslendingar skal eisini fevna um aðrar heilsutænastur.
Eitt nú nevnir Hans Pauli Strøm, at hvat eldrasjúkufrøði viðvíkur, hava vit at kalla ongar førleikar í Føroyum, samstundis sum at íslendingar eisini á hesum øki eru ógvuliga frammaliga.
- Samanumtikið kemur samstarvið við Ísland at fevna um tríggjar tættir. Fyrsti táttur er at vit senda sjúklingar til Íslands til viðgerðar. Annar táttur er, at bæði londini skulu samstarva um starvsfólk. Eisini tað kann verða gagnligt fyri báðar partar. Hann vísti á, at føroyingar hava stórt trot á serlæknum og íslendingar hava stórt trot á heilsurøktarfrøðingum.
Og triði tátturin er at byggja upp ein vitanar førleika í báðum londunum, so at heilsustarvsfólk í báðum londum kunnu vera við í skipanum, so at heilsustarvsfólk arbeiða í styttri tíð hjá hvørjum øðrum.
Stóra undirtøku
Løgtingslimir taka sum heild væl undir við, at roynt verður at útvega føroyingum aðrar møguleikar fyri at fáa grøðing enn bara at senda sjúklingar til Danmarkar, mest sum automatiskt.
Bæði Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen úr Tjóðveldisflokkinum, Bill Justinussen úr Miðflokkinm, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen, úr Sambandsflokkinum fegnaðust øll um, at føroyingar fáa ein møguleika afturat.