sjúklingar eiga at fáa fleiri møguleikar

? Tað er ein politisk avgerð, sum forðar fyri, at føroyingar, sum hava ávís sløg av krabbameini fáa tað bestu viðgerðina, sigur Mogens Egholm, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum



Heilsubót


? Tað er upp á hægstu tíð, at føroyskir sjúklingar, sum hava tørv á viðgerð uttanlands,fáa aðrar møguleikar enn at verða sendir á Ríkissjúkrahúsið.
Tað heldur Mogens Egholm, yvirlækni á Landssjúkrashúsinum.
Seinastu tíðina hava kanningar víst, at viðgerðin fyri eitt nú ávís sløg krabbameini er betri íNoregi og Svøríki enn hon er í Danmark.
? Men sum støðan er í løtuni, ber ikki til at senda føroyskar sjúklingar aðrastaðni enn á ríkissjúkrahúsið, sigur yvirlæknin.
Landsstýrismaðurin í Almanna og heilsumálum, hevur boðað frá, at hann nú er at kanna, um tað ber til at geva føroyskum sjúklingum aðrar møguleikar, enn at verða sendir á Ríkissjúkrahúisið, ella til á onnur sjúkrahús í Danmarkar.
Hesum tekur yvirlæknin fult undir við.
? Tað er upp á tíðina, at hesin trupulleikin verður tikin upp, sigur hann.
Hann sigur, at hann fatar ikki, hví tað ikki skal bera at senda sjúklingar aðrastaðni, enn á Ríkissjúkrahúsi.
Men hann heldur seg kortini vita, hví tað ikki verður gjørt.
? Tá ið vit senda sjúklingar uttanlands, betalir føroyski landskassin fult gjald fyri allar kanningar og viðgerðir.
? Senda vit sjúklingarnar á Ríkissjúkrahúsið, verður viðgerðin goldin av eini serligari kontu til viðgerð uttanlands, men hetta er ein konto, sum er uttanfyri heilsuverkið.
? Men verða sjúklingar hinvegin sendir aðrastaðni, skal Heilsuverkið sjálvt betala, og tað ber ikki til við tí fíggjarkarmi, sum er.
Hann sigur, at fyri at fáa viðgerðina goldnað av kontuni til viðgerð uttanlands er tað sostatt ein treyt, at sjúklingurin verður sendur á Ríkissjúkrahúsið.
Hann skilir ikki, hví hetta er so. Men hetta má vera ein ella onnur merkilig politisk semja onkustaðni, sigur hann.
Hann sigur, at sostatt er tað bara heilt undantaksvís, at sjúklingar verða sendir aðrastaðni, enn á Ríkissjúkrahúsið.

Betri møguleikar
Mogens Egholm sigur, at ber tað til at fáa betri viðgerð fyri ávísar sjúkur aðrastaðni enn á Ríkkissjúkrahúsinum, eigur tann møguleikin avgjørt at verða troyttur, eitt nú í Noregi, Svøríki, Íslandi, sum eisini hevur eitt heilsuverkið, sum minst er á sama støði sum í Danmark, ella onkra heilt aðrastaðni.
Men talan kann eisini verða um onnur sjúkrahús i Danmark, enn Ríkissjúkrahúsið.
? Undir øllum umstøðum er støðan, sum hon er í løtuni, ógvuliga óheppin, tí nú hava vit ongar møguleikar enn Ríkissjúkrahúsið. Ogumframt at viðgerðin har í ávísum førum ikki er so góð sum aðrastaðni, hevur Ríkissjúkrahúsið harafturat stórur trupulleikar við starvsfólkatroti. Og omaná alt kemur, at viðgerðirnar á Ríkissjúkrahúsinum eru avgjørt ikki bíligar.
? Tað eru nógv onnur sjúkrahús, har tað ber til at fáa viðgerð bíligari enn á Ríkissjúkrahúsinum. Men heldur ikki tann spurningurin er kannaður, tað kemst helst eisini av tí, at sum er, er føroyska heilsuverkið tvingað at senda sjúklingarnar á Ríkissjúkrahúsið.
Talan kann eitt nú verða um krabbameinssjúklingar, men eisini um aðrar sjúklingar og tað kann væl hugsast, at tað ber væl til at fáa góða ella betri viðgerð arðastaðni enn á Ríkissjúkrahúsinum og tað bíligari eisini.
Onkuntíð hevur eisini verið frammi um at senda krabbameinssjúklingar til Týsklands, men tað mælir yvirlæknin frá.
?Krabbameinsviðgerðin í Týsklandi, sum hugsað verður um, er ógvuliga umstrídd og dygdin í henni er ikki vísindaliga prógvað. Tað hevur eisini víst seg, at hjáárinini mangan eru so álvarslig, at doyggja sjúklingarnir ikki av krabbameini, doyggja teir av hjáárinunum.
Mogens Egholm sigur, at tær royndir hann hevur av hesi viðgerðini í Týsklandi, eru ikki góðar.
Fyri nøkrum árum síðani var júst sami spurningur umrøddur á Løgtingi. Tá mælti onkur tingmaður frá at senda sjúklingar til onnur lond, tí hann helt, at tað verður ov fremmand. Hann førdi fram, at tað sosiala umghvørvið hevur stóran týdning fyri grøðingina og tað umhyvørvið er ikki aðrastaðni í sama mun sum í Danmark, har føroyingar skilja málið, hava vinfólk og skyldfólk og har sjúklingahotellið er?
? Tað eru sjónarmið, sum onki grundarlag er fyri at hava, tí kanningar um slík viðurskifti eru ikki gjørdar. Sjálvsagt kann tað vera høgligt hjá føroyingum at fara til Danmarkar, har teir duga málið, men tað er heldur ikki so trupult at skilja svenskt og norskt og tað tekur ikki langa tíð at ferðast úr Keypmannahavn til Malmø, fyri at taka eitt dømi, sigur Mogens Egholm. Hann heldur sostatt, at tað er dygdin í sjálvari viðgerðini, sum hevur størstan týdningin.