Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður hevur tikið avgerð um at afturvelja sitandi Sjúklingarráð soleiðis, at tað kann halda áfram til eftir eitt komandi løgtingsval.
Hetta verður gjørt fyri at tryggja ein ávísan kontinuitet í arbeiðinum hjá Sjúklingaráðnum.
Tveir av limunum, ávikavist Steinbjørn í Lambanunum og Guðrið í Bartalsstovu, hava boðað frá, at tey ikki ynskja afturval. Landsstýrismaðurin hevur valt tveir nýggjar limir í ráðið, sum hava tikið við vali. Talan er um Jóhannu Andreasen, sum býr í Tórshavn og Karin í Mittúni, sum býr í Klaksvík.
Sjúklingaráðið er mannað og hevur skipað seg soleiðis:
Jákup N. Olsen, Tórshavn, formaður
Maud Benjardøgg, Vágur, næstformaður
Malan Johannesen, Tórshavn
Jóhanna Andreasen, Tórshavn
Agnar á Dul, Klaksvík
Jákup Olsen, Klaksvík
Karin í Mittúni, Klaksvík
Sigrun Toftheyggj, Hvalba
Finnleif Guttesen, Tvøroyri
Skrivari er Aud í Soylu frá Almanna- og heilsumálaráðnum.
Sjúklingaráðið er sambært kunngerð um sjúklingaráð ráðgevandi hjá landsstýrismanninum í málum um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar í sjúkrahúsverkinum.