- Vit noyðast at brynja okkum við toli í fýra dagar afturat.
Fyrrenn mánadagin vil Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna-og heilsumálum, onki siga um ætlanirnar hjá heilsuverkinum at spara.
Høvuðstátturin í sparingunum er at spara dýran heilivág burtur. Ein onnur týðandi sparing er at skerja virksemið, so at allar skurðviðgerðir verða útsettar uttan tað bráðneyðuga, men tað fer at longja bíðitíðirnar munandi.
Tilsamans manglar Landssjúkrahúsið 30 milliónir í ár og uppskotið frá sjúkrahúsleiðsluni er, at Landssjúkrahúsið skal spara 15 milliónir. Av teimum skulu 10 milliónir sparast´í heilivági. Men so skal Løgtingið samtykkja eina eykajáttan upp á aðrar 15 milliónir.
Hans Pauli Strøm sigur, at tá ið sjúkrahúsini mæla til at spara heilivágin burtur, hugsa tey bara um teirra egna rakstur og ikki um samlaðu útreiðslurnar hjá heilsuverkinum.
Hann sigur, at tá ið sjúkrahúsini tosað um at spara heilivág, hevur hann fatað hetta sum eitt ynski frá sjúkrahúsunum um at taka útreiðslurnar til heilivág burtur úr rakstrinum til sjálvi sjúkrahúsini.
- Tað liggur neyvan í tí, at sjúkrahúsini vilja nokta sjúklingunum tann góða heilivágin.
Hann sigur, at tann nýggi og dýri lívfrøðiligi heilivágurin, sum talan er um at spara burtur, er tveir triðingar av øllum útreiðslunum til heilivág og tí órógvar hann raksturin hjá sjúkrahúsinum øgiliga illa og ger tað munandi tórførari at stýra rakstrinum.
- Tí kundu tey hugsa sær, at hann fekk eina serstaka játtan, sum liggur uttanfyri raksturin á sjálvum sjúkrahúsunum.
Men Hans Pauli Strøm leggur dent á, at við hesum hevur hann onki givið til kennar um, hvørja lagnu spariætlanirnar hjá sjúkrahúsunum fáa.
- Nú fara vit at viðgera uppskotinum væl og virðiliga í almanna-og heilsumálaráðnum í hesi vikuni og mánadagin fer hann at boða frá eini avgerð.
- Tí mugu sjúklingar brynja seg við toli í fýra dagar afturat, sigur hann.
Men skulu sjúklingarnir ikki missa heilivágin, mást tú fáa Løgtingið at samtykkja eina eykajáttan upp á 10 milliónir afturat til heilsuverkið ella má Landssjúkrahúsið fáa 10 milliónir afturat til hesa játtanina afturat teimum 15 milliónunum, sum uppleggið annars er.
- Tað fært tú meg onki at siga um fyrrenn mánadagin.
Men kanst tú vissa hesar sjúklingar um at teir ikki missa hendan góða heilivágin?
- Eg kann bara endurtaka, at ongin fær nakra niðurstøðu fyrrenn mánadagin og tí fái eg slett ikki til at svara hasum spurninginum. Tað er heldur ikki øll verðin at bíða til mánadagin eftir einum svari.
Men hann leggur afturat, at treytin er, at ongar sparingar verða settar í verk, fyrrenn hann hevur góðkent tað.
- Tað, sum nú hendir, er, at vit arbeiða eftir tí leisti, sum fíggjarmálaráðið hevur skotið upp. Og tað er, at vit kanna eftir, hvat ber til at spara og ikki og verður brúk fyri eykajáttan, skulu søkja vit um tað, sigur Hans Pauli Strøm
- Men eg kann róliga siga og tað er, at ongin sjúklingur skal bera ótta fyri framtíðini, leggur hann dent á, sigur Hans Pauli Strøm.
Les eisini greinina: Taka seinastu vónina frá mær.