Sjúklingar og sjúkrahús tola ikki skilaleysar sparingar

Landssjúkrahúsið var fyri ógvisligum ágangi til fyri einum tveimum árum síðani. Síðani hevur eydnast við ein felags ódnartakið í góðum samstarvið millum starvsfólk, leiðslu og politiska myndugleikan at venda gongdini til eina positiva menning – fyrst og fremst til gagns fyri sjúklingar, men eisini sum gevandi arbeiðspláss fyri starvsfólkini og teirra heilsufakliga førleika

Hetta hendir, samstundis sum rationaliseringar og umleggingar verða gjørdar fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum, so at sjúkrahúsið er ógviliga hart spent – ja til tað ýtarsta, fyri at kunna halda tørn.

 

Skal Landssjúkrahúsið nú haraftrat til at fremja stórar sparingar uppá 5-6 mió bara fyri tað sum er eftir av hesum árinum, fer tað at fáa ógvisligar avleiðingar fyri sjúklingarnar, og tað verður til óbótaligan skaða fyri sjúkrahúsið, tí at alt fer fyri skeyti, sum er eydnast at byggja upp hesi seinni árini.

 

Snøgt sagt: hvørki sjúklingarnir ella sjúkrahúsið tola tær skerjingar, sum eru uppá tal:

 

Bert bráðfeingis viðgerðir verða gjørdar, so bíðilistar verða longdir við meir enn einum árið, til stóran heilsuligan skaða fyri sjúklingar og stórar persónligar og samfelagsligar meirútreiðslur.

Vælgrundað ónøgd og trýst frá sjúklingum, sum ikki sleppa í viðgerð, verður ógvisligt, bæði móti sjúkrahúsverkinum og ikki minst móti politisku skipanini.

Landssjúkrahúsið kemur í vanda fyri at missa rættin sum útbúgvingarstað fyri yngri læknar og kommunulæknar, tí virksemið verður skert niður um tað markið, sum Heilsustýrið setir sum minsta krav.

Landssjúkrahúsið sum mennandi arbeiðspláss sindrast, við stórari ónøgd millum starvsfólk og oyðileggjandi avleiðingum fyri fasthalda og rekruttera starvsfólk við neyðugari servitan og førleikum.

 

Av hesum orsøkum gerast sparingarnar fullkomiliga skilaleysar – og avleiðingarnar rættast ikki uppaftur í bræði.

 

Tí eri eg glaður fyri, at vit bæði mánakvøldið og týskvøldið hava hoyrt og lisið eitt og annað frá sentralum persónum í samgonguni – um tað ber til at siga tað soleiðis – sum gevur eina ávísa vón.

 

Eina vón um at landsstýri og løgting sissa seg og játta sjúkrahúsinum teir fíggjarligu karmarnar, sum krevjast fyri at vit skulu kunna tryggja okkara borgarum neyðugar sjúkuviðgerðir og heilsutænastur, sum ein av teim altavgerandi fyritreytunum fyri at vit kunnu búgva í hesum landi.