Sjúklingar í ongamannalandi

Margith Jensen
----

Í hesum døgum situr ein stórur hópur av sjúklingum og bíða eftir, at fáa viðgerð, frá læknanum Øivind K. Mathiasen.
Læknin arbeiðir við ”bleytum” musklum. Hann gevur viðgerðir fyri koyrilsbrest, nakkaskaðar, diskusprolaps og aðrar skaðar. Viðgerðarhátturin er sera effektivur, og hava vit í Føroyum fleiri dømir um fólk sum eru blivin frísk.
Í Føroyum vera hesar viðgerðir ikki goldnar av landinum, men úr egnum lumma. Hevur man verið longi sjúkur/sjúkrameldaður, eru ikki nógvir pengar at taka av.
Tað sum sjúklingarnir gjalda fyri eina viðgerð, rindar ikki ferðaútreiðslur og uppihald hjá læknanum, meðan hann er í Føroyum. Við øðrum orðum, hann hevur útreiðslur av at koma til Føroyar at arbeiða. Tað kann ikki vera rætt!
Grundin til at sjúklingar sita og bíða er, at Øivind ikki kann blíva við
At arbeiða uppá ”goodwill”. Trúgvi ikki, at tað eru nakrar Føroyskir læknar ið høvdu viljað arbeitt uttan løn.
Hvat kann man so gera? Tað er sera einfalt, gjalda viðgerðina hjá hesum sjúklingum, so teir kunnu fáa tað hjálp sum teir hava fyri neyðini. Nógvir av hesum sjúklingum eru í bestu árum, og er tað ikki stuttligt, ikki at kunna vera úti á arbeiðsmarknaðinum. Hetta tekur hart uppá tað fíggjaligu støðuna, men so sanniliga eisini familjuna.
Tíðin er komin til, at sjúklingar við skaðum, vera javstillaðir við aðrar sjúklingar, sum hava aðrar sjúkur. Tað er púra burtur úr vón og viti, at man í 2012 skal hava eina ávísa sjúku fyri at fáa goldið viðgerðina.
Tosaði við ein svenskan lækna herfyri. Hann segði, at Øivind K. Matthiasen er besti læknin innan sítt økið, í Europa. Vit í Føroyum eiga tí, at gera alt fyri, at hann kann koma til Føroyar aftur.
Latið okkum tí standa saman um at fáa læknan hendanvegin aftur.
Tað kann ikki vera rætt, fólk mugu flyta av landinum, fyri at fáa tað viðgerð teimum tørvar.