Sjúklingur tikin av tangaskipi eystan fyri Føroyar

Klokkan 15 í dag fekk MRCC Torshavn boð frá MRCC Shetland, at ein av manningini umborð á tangaskipinum Mayfair var fallin í óvit. Hesum boðar MRCC frá í dag

Mayfair var tá staddur okkurt um 80 fjórðingar eystur úr Fugloynni.

Teir boðaðu frá, at neyðugt var at fáa mannin av skipinum beinavegin, at skiparin var í sambandi við heilsumynduleikarnar í Onglandi, og at maðurin lá enn uttan vit.

MRCC Shetland bað tí MRCC Torshavn taka sær av hesum, tí skipið var innan fyri føroyska bjargingarøkið.

Tyrludeildin hjá Atlantic Helicopters fekk beinanvegin boðini, og tyrlan Bell 412 Rescue SR bleiv biðin um at taka sjúklingin av skipinum.

Umleið klokkan 15:40 fór bjargingartyrlan úr Vágum, klokkan 16:20 var hon hjá skipinum, og kl 16:30 var maðurin fingin umborð á tyrluna, sum síðan setti kós móti landi.

Umleið klokkan 17:50 lendi tyrlan við Landssjúkrahúsið, og sjúklingurin kom undir læknahond.