Sjúkraflutningurin

Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður/Borgarstjóri
????
Sum skilst, er ætlanin at fara at brúka tyrluna til sjúkraflutning. Tað í sjálvum sær ljóðar í fyrstu syftu ikki so galið.
Men tað sum í veruleikanum hendur er, at vit fáa eina ótrygga tænastu.
Tað sum eg skilji er, at sáttmálin ímillum Fiskimálaráðið og Atlantic Airways er soleiðis, at Atlantic fær uml. 14 mill. kr.
Í hesum peningi er sjúkraflutningurin, soleiðis at sjúkrahúsið kemur ikki at gjalda nakað, men koma at spara eina lítla millión í Sandoy/Skúvoy og Nólsoy/Hest.
Hetta eiga vit í samgonguni at fáa broytt, við at flyta 1 mill. kr. av játtanini hjá Atlantic Airways, sum fær 14 mill. kr. til sjúkraflutningin, so er hesin trupulleikin loystur, og vit kunnu framvegis brúka "Teistan", og tey skip sum annars verða nýtt.
Vit koma at fáa ein munandi verri tænastu við tyrluni, tí mann sigur, at tað ikki verður meira enn ein tími til tyrlan er á flogið.
Tyrlan hevur ikki lækna umborð, so helst skal hon á Landssjúkrahúsið eftir lækna. So vit koma helst at bíða í 1 1/2 tíma, í staðin fyri at "Teistin" liggur klárur.
Ella hvat tá ið tyrlan hevur aðrar uppgávur at loysa?
"Teistin" verður ikki "standbei". Sjúkratelefonin verður sløkt, havi eg fingið at vita.
Vit eiga ikki at niðurpína tað sum hevur við Landsjúkrahúsið at gera, men tvørtuímóti menna tænastur hjá sjúkrahúsinum.
Tyrlan hevur meira enn nokk at síggja til!
Teir hava leiting og bjarging á sjónum. Teir hava eftirlitsflúgving, teir hava leiting og bjarging á landið. Teir hava bráfeingist flutning, har ið tørvur er á skjótari hjálp.
Eg vil gera alt fyri, at tænastan fer at halda fram við "Teistanum".
"Teistin" hevur nær um ongar avlýsingar um Skopunarfjørð. Strekkið Skopun/Gamlarætt tekur uml. 20 min.
Eg kann eisini nevna í dagtímunum, tá "Teistin" liggur og bíðar eftir flutningi, sum er komin akutt.
Ella tá "Teistin í dagtímunum vendur aftur á Skopun við fólki og bilum umborð. Hetta alt fer ikki at kunna lata seg gerða, tá "Teistin ikki hevur sáttmála um sjúkraflutning.
Tá verður tyrlan ikki tiltaks mitt í rutuflúgvingini!
Tyrlan haraftur ímóti kemur at hava nógvar avlýsingar.
Vit kunnu hugsað um vetrarnar, í ivaveðri við tyrluni sum álitið. Ella akuttur sjúkraflutningur. Mitt í hesum skal tyrlan til aðra uppgávu.
Nei, vit eiga at flyta milliónina til Landssjúkrahúsið, sostatt loysa tyrluna frá uppgávuni, so at "Teistin" verður at halda fram sum sjúkraflutningur.