Fyrrapartin mikudagin tá Sosialurin tosaði við Ellind Abrahamsen, formann í Skipara- og Navigatørfelagnum, gjørdi hann greitt, at sjúkraflutningurin um firðir og sund steðgaði á middegi, um Fíggjarmálastýrið ikki játtaði at gjalda fulla løn til teirra, ið taka sær av hesum flutningi.
Ellindur Abrahamsen hevur fleiri ferðir sagt, at teir, ið hava sjúkraflutningin í hendi, eiga at fáa løn fyri fulla tíð, tí teir skulu altíð vera til taks, men Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri sigur, at hetta kemur undir tilkallingarvakt, og tí eiga teir ikki at fáa fulla løn.
Tíverri eydnaðist tað okkum ikki at fáa fatur á Karsteni Hansen til eina viðmerking. Sagt varð av Fíggjarmálastýrinum, at hann var á fundi við Skipara- og Navigatørfelagið á Hotel Føroyum.