Sjúkrahjálp eisini til tey fátæku

Stephen Alfred er lækni frá India. Í hesum døgum er hann á vitjan í Føroyum, her hann hevur hildið fyrilestrar og annars sæð, hvussu tað føroyska heilsuverkið virkar. Heima í India hevur hann, saman við øðrum, eitt sjúkrahús, sum byggir á eitt kristið grundarlag, har dentur verður lagdur á, at veita ókeypis sjúkrahjálp til tey, sum eru fátøk

Fyrstu árini av læknakarrieru síni arbeiddi Stephen Alfred sum skurðlækni í Carlisle í Onglandi. Hann var sannførdur um, at hann vildi ikki aftur til India at arbeiða. Men á einari av vitjanum sínum í India kendi hann á sær, at hann fekk eitt kall frá Guði um at venda aftur til India.
? Systrar mínar eru trúboðarar í Norður India. Eg sá, hvønn mun teirra lív gjørdi í einum so lítlum samfelagi. Tá eg kom aftur til Onglands, kendi eg á mær, at Guð kallaði meg aftur til India fyri at stovna eitt sjúkrahús, har eg kundi skapa eitt undirstøðukervi fyri fólk, sum ikki hava ráð til sjúkrahjálp, greiðir Stephen Alfred frá.
Indiski læknin býr í Bombay, sum hevur yvir 22 milliónir íbúgvar. Har eru góðir viðgerðarmøguleikar fyri fólk, sum hava pengar, men fyri tey fátæku er so at siga onki.
? Endamálið við Bethany Hospital, sum sjúkrahúsið eitur, er, at veita fyrsta floks viðgerð til fólk, sum ikki hava pengar. Á okkara sjúkrahúsi gera vit alt, sum verður gjørt á øðrum sjúkrahúsum uttan hjartaskurðviðgerðir, og vevnaður verður heldur ikki fluttur, sigur Stephen.

Krabbameinsjúklingar
Bethany Hospital varð stovnað í 1996. Tá vóru bert 15 starvsfólk, tvær hæddir og ongin intensivdeild. Nú hevur sjúkrahúsið ment seg, og eru 40 seingjarpláss við somu deildum, sum eru á øðrum sjúkrahúsum.
? Eitt av høvuðsarbeiðnum á sjúkrahúsinum eru krabbameinskurðviðgerðir. Krabbamein í høvdinum, brisinum og aðrastaðni. Fólk fara út í fátækrabýlingar í Bombay, har tey finna sjúk fólk og taka tey á sjúkrahúsið, har vit so geva teimum ókeypis viðgerð, fortelur Stephen.
Helvtin av øllum arbeiðnum, sum verður gjørt á sjúkrahúsinum er ókeypis. Tey, sum hava ráð at gjalda, gjalda fyri tað, og tilsamans um mánaðan, so verður helvtin av arbeiðnum gjørt ókeypis, og hin helvtin verður goldin fyri.
? Sjúkrahúsið fíggjar seg sjálvt á henda hátt. Tað er ikki fyrr enn vit skulu undir okkurt størri átak, at vit fáa stuðul aðrastaðni frá, sum til dømis felagsskapum kring heimin.
Á Bethany Hospital eru eini 25 serfrøðingar og meginparturin av teimum arbeiðir ókeypis. Harafturat, so eru sjúkrasystrar frá øðrum londum, sum til dømis USA, Onglandi, Danmark og Svøríki regluliga og hjálpa til á sjúkrahúsinum, og verður hetta arbeiðið eisini gjørt ókeypis.

Kristið grundarlag
Bethany Hospital er bygt á eitt kristið grundarlag. Høvuðsendamálið er at veita sjúkrahjálp til tey fátæku, og harvið eisini vísa Jesu kærleika til menniskju.
? Vit eru sannførd um, at um Kristus hevði verið á jørðini í dag, so hevði hann havt nakað serligt til fólk, ið eru sjúk, og ikki hava pengar. So í okkara sjúkrahúsi hava vit ein sterkan kristnan moral. Men vit noyða ikki fólk at biðja ella syngja við okkum, men sjálvandi, so dámar okkum best, um tey gera hetta. Soleiðis kunnu vit blanda tað kropsliga og tað sálarliga aspektið, sigur indiski læknin.
Nógv av útgerðini, ið sjúkrahúsið hevur fingið, er givið av øðrum sjúkrahúsum kring heimin. Ein rúgva av útgerð er komin allan vegin úr USA ella Onglandi
Stephen Alfred metir, at tað er tørvur á minst 1000 sjúkrahúsum sum hesum í Bombay.
? Tað eru ein rúgva av ríkum fólkum í Bombay, og tey sum eru rík, hava eisini eina rúgvu av pengum. Tey ríku og tey fátæku liva lið um lið, og lata sum um hin parturin ikki er til. Tey fátæku, sum ikki hava ráð at fáa viðgerð, læna pengar ella lata vera við at fáa viðgerð.

Røktarstovnur
Stephen Alfred heldur, at føroyska heilsuverkið er fínt. Hann sigur, at soleiðis fáa øll viðgerð, líkamikið um tey eru rík ella fátøk.
? Tá myndugleikarnir kunnu veita hjálp til tey veiku, altso bæði børn og gomul, so hava teir eina góða skipan. Um tú ert barn ella gamal í India og er fátækur, so hevur tú ongan møguleika. Her í Føroyum kanst tú fáa viðgerð líkamikið, hvussu tú ert fyri fíggjarliga.
Ein annar trupulleiki í Bombay er, at har búgva so nógv fólk. Alt ov nógv fólk. Men Stephen sigur, at sjúkrahúsini í Bombay kunnu veita tær fyrsta floks viðgerð, eins góða og hon, ið tú kanst fáa í USA ella Onglandi, men tað krevur, sum sagt, at tú eigur nógvar pengar at geva burtur.
? Eitt, sum eisini er hugtakandi her í Føroyum er, at øll eru so vinarlig. Tá tú kemur inn á sjúkrahúsið, kennir tú tað, sum fólkið, ið arbeiðir her, er ein stór familja. Hetta er eitt lítið samfelag, har fólk eru viðkomandi, og vita, hvat gongur fyri seg.
Næsta stigið á leiðini hjá Stephen Alfred og hansara fólki er at gera ein AIDS røktarstovn.
? Í Bombay eru 750.000 fólk, ið hava AIDS ella HIV. Guð hevur kallað á okkum kristnu um at gera okkurt fyri hendan bólkin av fólki. Vit fara at gera ein røktarstovn fyri AIDS sjúklingar, har vit hava 50 sengur. Ætlanin er ikki at viðgera tey fyri AIDS, men vit skulu hjálpa teimum, og vera saman við teimum, soleiðis at tey sleppa at doyggja við virðing.
? Vit kunnu á henda hátt eisini fortelja teimum um Kristus, so tey vita, at tað er vón fyri teimum, og eitt lív aftaná deyðan. Hetta er fyrsta verkætlan av sínum slag í Bombay. Myndugleikarnir ella kirkjan hevur ongantíð gjørt tílíkt fyrr, og ætlanin er at byggja fleiri røktarstovnar av hesum slag.
Meðan Stephen Alfred hevur verið í Føroyum hevur hann hildið fyrilestrar um arbeiðið hjá sær. Mikukvøldið var hann millum annað í Betesda í Klaksvík og so hevur hann eisini hildið aðrar minni fyrilestrar.