Heilsumálaráðharrin vil hava pengarnar yvir í nýggju Heilsutrygdina, har teir skulu nýtast til m.a. granskingarendamál, meðan nevndarlimirnir í verandi sjúkrakassum vilja hava teir at spæla sær við til nýggja sjúkratrygging, ið teir ætla at seta á stovn.
Eg má siga, at eg eri fullkomuliga samdur við Akseli Johannesen, heilsumálaráðharra. Hasir pengarnir eru kanska ikki ogn hjá limunum í skjótt fyrrverandi sjúkrakassunum sambært viðtøkunum, men teir eru so sanniliga ikki ogn hjá núverandi nevndarlimum í sjúkrakassunum.
Tað einasta anstendiga, ið núverandi nevdnarlimir í sjúkrakassunum kunnu gera, er at taka undir við heilsumálaráðharranum og nýta pengarnar til okkurt skilagott, og har kemur gransking ovarlaga á listan.
Vit kunnu hugsa um tvey granskingarendamál, ið eiga at liggja okkum sera nær. Annað er gransking í sonevndu “føroysku” sjúkuni og hitt er CTD. Í báðum førum er talan um sjúkur, ið upptaka okkum føroyingar sera nógv, so hasar 40 milliónirnar koma óiva sera væl við hjá granskarum, ið hava hug at granska meira í hesum sjúkunum, og vónandi finna fram til okkurt, sum vil hjálpa okkum í framhaldandi fyribyrging av hesum álvarsomu sjúkum.
Velur nevndin í sjúkrakassunum ikki at nýta pengarnar til gransking innan Heilsutrygd, so kemur spurningurin, hvat pengarnir so skulu nýtast til.
Fyri útvið 20 árum síðani, tá kreppa herjaði oyggjarnar og fleiri valdu frá at nýta avmarkaðu peningarnar til at gjalda sjúkrakassa við, var lógin um gjald til sjúkrakassarnar broytt soleiðis, at sjúkrakassarnir altíð fingu sínar pengar.
Um limirnir ikki betaltu til tíðina, so fóru sjúkrakassarnir bara til Gjaldstovuna, sum rindaði fyri limirnar, og so aftur fór til kommununa, har limurin búði, og trekti hana fyri gjaldið. Síðani kravdu myndugleikarnir pengarnar inn gjøgnum skattamyndugleikarnar og avroknaðu aftur til kommunurnar, sum høvdu lagt út fyri sínar borgarar, ið ikki høvdu goldið sjúkrakassagjald.
Men hendan innkrevjing er ongantíð 100% effektiv, so kommunurnar hava gjøgnum tíðina lagt nógvan pening út til sjúkrakassarnar, sum tær ikki hava fingið inn aftur. Tá sjúkrakassarnir nú hava 40 mió í avlopi, so kundu teir kanska hugsa um at endurrinda kommununum hendan peningin, tí tað kann ikki vera meiningin, at kommunurnar gjalda pening í ein grunn, sum síðani verður nýttur til eina privata sjúkratrygging! Tað er ikki ætlanin við kommunuskattinum!
At sjúkrakassarnir nú hava 40 mió í avlopi vísir bara, at teir hava tikið meira pening frá limunum, enn neyðugt var. Væl veit eg, at teir ikki hava kunna tikið so lítið inn, at pengar ikki vóru til at gjalda rokningarnar, men upphæddin teir nú hava, er meira enn 1.000 kr fyri hvønn lim, og tað kann tykjast at vera í meira lagi, nú brúk ikki verður fyri sjúkrakassunum longur.
Onkur vildi um dagarnar vera við, at sjúkrakassarnir bevíst hava samla pening inn seinastu tíðina, tí teir vistu, at tíðin hjá teimum var um at renna út og teir í staðin vildu stovna sína egnu sjúkratrygging. Eg kann ikki trúgva, at hetta kann vera rætt, men um nakað sum helst er um tað, so hava sjúkrakassarnir ein alvorligan trupulleika!
Hvat skulu vit annars við einari privatari sjúkratrygging? Er tørvur á einari slíkari, so hava vit í forvegin tryggingarfeløg, ið kunnu taka hendan táttin upp. Trygd hevði hendan tankan frammi fyri nøkrum árum síðani, men har kom onki burturúr. Hví? Helst tí onki grundarlag var fyri hesari trygging, og hví skuldi tað so verið brúk fyri slíkum nú?
Um tað eydnast í Danmark at hava eina privata sjúkratrygging, er ikki tað sama sum at tað eisini eydnast í Føroyum. Danskarar eru meira enn 100 ferðir fleiri í tali enn vit, so eg vænti, at ein privat føroysk sjúkratrygging bert fer til umsiting, um ikki gjaldið skal vera so høgt, at fáur hevur ráð at vera limur har.
Tey, ið tekna privatar sjúkratryggingar eru ofta tey, ið vilja leypa køir um í almenna sjúkrahúsverkinum við at lata seg viðgera á privatum hospitalum. Hetta eru kostnaðarmiklar viðgerðir, so givið er, at gjaldið til slíkar tryggingar er høgt, eins og talið av tryggingartakarum eisini má vera høgt fyri at bera útgjøldini, umframt at slík trygging helst eisini skal hava yvirskot fyri at økja um gjaldsevnini.
At hugsa sær, at 50.000 føroyingar, har meginparturin ikki kemur at hava ráð at tekna slíkar tryggingar, skulu kunna vera grundarlag undir einum slíkum tryggingarfelag, liggur uttanfyri tað, ið eg kann síggja fyri mær, og tí meti eg tað vera eitt ørðvitisprojekt, ið tit eiga at jarða beinanvegin!
Eg eri eisini samdur við heilsumálaráðharranum um, at sjúkrakassagjaldið seinastu næstan 20 árini hevur verið álíkt einum skatti og tí ikki er peningur, sum nevndirnar í núverandi sjúkrakassunum kunnu skalta og valta við, sum teimum lystir.
Vónandi koma nevndirnar í sjúkrakassunum til fornuft og lata pengarnar til alment gangnligt endamál og ikki til teirra privata spæl! Um tit ikki megna tað, burdu tit um ikki annað spurt okkum limirnar, um hvat vit halda. Eg haldi ikki, at nakrir meira ella minni tilvildarliga valdir nevndarlimir í sjúkrakassunum eiga at hava slíkt vald at misbrúka ov nógv innkravda limagjaldið.