Tey, sum hava áhuga í náttúruheilivági og alternativari viðgerð, kunnu koma á fund í Bládýpinum í Havn leygardagin klokkan 14.
Tá fer Olga Hentze, heilsukostrágevi, at greiða frá grunninum, sum hon hevur stovnað, sum hevur til endamáls, at økja um kunnleika hjá fólki til at fyribyrgja og viðgera heilsutrupulleikar. Grunnurin skal eisini kunna veita einstaklingum fíggjarliga hjálp fyri alternativa viðgerð.
Ein reglugerð er gjørd fyri grunnin, sum sigur, at øll kunnu gerast limir.
Mánaðarligu fundirnir hjá grunninum skulu ikki bara vera formligir fundir, men eisini ein hugnadagur hjá limunum, við sangi, dansi og samveru. Eisini verður heilsucafè við leskiligum og heilsugóðum mati.
Olga Hentze er fødd í Ukraine. Síðani hon var blaðung hevur hon havt áhuga í
náttúruviðgerðarhættum. Hon hevur tikið fleiri skeið, bæði í Ukraine og Onglandi, eitt nú alternativum heilivági.
Eina tíð búði hon í Vestur Afrika, har hon hevði egna læknastovu, men í 2001 flutti hon til Føroya við familju sínari.
Í løtuni býr hon á Toftum, har hon hevur egna fyritøku sum heilsu- og kostráðgevi. Eisini undirvísir hon í heilsu og kosti í kvøldskúlanum í Runavík.
- Kostráðgeving ella terapi er rættiliga nýtt, og sertakliga í Føroyum, verður ikki hildið so nógv um slíkar viðgerðarhættir. Men sum við næstan øllum, so nýtist eisini hesum tíð at vaksa og mennast, sigur hon.