Sjúkrarøktarfrøðingar ávara nú um støðuna

Teir átala framferðina ímóti fakligu leiðsluni, sum er neyðug fyri at leiða heilsuverkið og eldraøkið

Nú rópa eisini sjúkrarøktarfrøðingar varskó um støðuna hjá sjúkum og eldri. Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava havt aðalfund í dag og har vóru einir 300 sjúkrarøktarfrøðingar møttir. Og í eini yvirlýsing eftir fundin siga teir, at teir eru samdir um at átala hugburðin og framferðina hjá politiska myndugleikanum, og fyrisitingini, ímóti fakligu leiðsluni, sum er neyðug fyri at leiða heilsuverkið og eldraøkið.

 

– Nú álit um framtíðar heilsuverk er skrivað, og nýggj leiðsla sett, vóru starvsfólkini enn einaferð til reiðar at gera sítt besta fyri at føroyingar skulu hava eitt vælvirkandi heilsuverk. Men soleiðis skuldi heldur ikki verða hesa ferð, staðfesta teir.

 

Teir siga, at starvsfólkini í føroyska heilsuverkinum eru til reiðar at gera sín part fyri at menna og stuðla undir framgongd, men tey bíða bara eftir, at politiska skipanin og heilsumálaráðið taka støðuna í álvara.

 

Og teir siga, at sami hugburður til fakliga leiðslu sæst aftur í Almannamálaráðnum og lógini um eldraøkið. Føroyski borgarin er als ikki tryggjaður eina fakliga tænstu. Longu nú, fá ár eftir at kommunurnar yvirtóku eldraøkið, sæst ein ójavni ímillum økini, hvørjar tænastur verða veittar okkara eldru borgarum í Føroyum.

 

– Tað er greitt, at verða avgerðir tiknar við støði í heilsufakligum kunnleika, bæði í Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum, verður arbeiðið á einum hægri stigi og fakliga nógv betur tryggjað. Ongin kennir tørvin í heilsuverkinum og eldraøkinum betri enn fakfólk. Kortini verða tey hildin burtur, tá ið ætlanir verða lagdar av ráðunum, ella tá ið lógarverk verður smíðað.

 

– Úrslitið verður sjálvsagt hareftir, og tað er, at vit fáa eitt heilsuverk har landsstýriskvinnan sigur, at fremsta uppgávan hjá forstjóranum er, at játtanin verður hildin, og ein eldralóg, sum ikki tryggjar føroyingum eina fakliga ella javnbjóðis tænastu.

 

– Hetta vísir greitt manglandi vitan hjá teimum, sum taka avgerðirnar. Skal fremsta uppgávan vera, at játtanin skal haldast, verður tað ómøguligt at hava visjónir fyri at menna tænastuna til gagns fyri allar sjúklingar og borgarar. Men staðfestast má, at hetta er hugburðurin í politisku leiðsluni og ráðunum í dag.

 

Og nú rópa teir varskó, tí teir siga, at Heilsutænastur, og veitingar í eldraøkinum, eru grundarsteinar undir okkara vælferðarsamfelagi. Sum samfelag eiga vit eiga at taka ábyrgd, og seta skikkað fakfólk til at leiða, fyri at tryggja fakliga støðið og eina javnbjóðis heilsutænastu til allar føroyingar, siga Sjúkrarøktrarfrøðingarnir.