Sjúkrarøktarfrøðingarnir seta lív í váða

- Nú tekur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, blaðið frá munninum

- Eg siti við einari kenslu av, at sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki hava nakran veruligan áhuga í at finna eina semju, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum. Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava sitið á fundi í tríggjar dagar við tí úrslitið, at eitt semingsuppskot er havnað av sjúkrarøktarfrøðingunum, og verkfallið verður hert til tað mest møguliga týsdagin klokkan 7.



- Nú hava vit hoyrt aftur og aftur í miðlunum, at vit ikki hava virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingunum, men tað er ikki rætt, at vit ikki hava verið í veruligum samráðingum, sigur Kristina Háfoss.



Hon vísir á, at Fíggjarmálaráðið hevur flutt seg nógv fyri at røkka semju, men at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava sagt nei til at kalla øll uppskot, sum Fíggjarmálaráðið er komið við.



- Tað er ikki reelt av einum fakfelag at krevja, at man fær 20-30 prosent í lønarhækking í einari samráðing, sigur Kristina Háfoss.



Nú felagið hevur valt at herða verkfallið so mikið, at allir sjúkrarøktarfrøðingar á sjúkrahúsunum verða sendir í verkfall týsdagin og øll undantøk somuleiðis verða tikin aftur tá, hevur landsstýriskvinnan valt at greiða frá støðuni, sum hon sær hana.



- Felagið setir lív í váða við at herða verkfallið so ógvusligt týsdagin. Tá ið felagið handar okkum eitt skriv um hert verkfall eftir tríggjar dagar samráðingar kennist tað sum, at felagið ongantíð hevur havt nakrar intentión um at finna eina semju, og nú gongur tað út yvir sjúklingar, sigur Kristina Háfoss.



Meira um, hvørja semingsroynd Fíggjarmálaráðið kundi taka undir við, her á in.fo um eitt bil.