Sjúkrarøktarfrøðiskúli partur av føroyskum universiteti

Mentamálaráðið fer í næstum fer at enduskoða lóggávuna fyri Fróðskaparsetrið og Læraraskúlan. Í hesum sambandi verður kannað, hvussu Fróðskaparsetrið, Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin á ein ella annan hátt kunnu samskipast í framtíðini sum partar av tilboðnum á einum føroyskum universiteti: Lærdi Háskúli Føroya. Hetta upplýsti landsstýriskvinnan í útbúgvingar- og mentamálum, Annita á Fríðriksmørk á pallborðsfundi í vikuskiftinum.

Ráðstevna
Jan Müller



Annita á Fríðriksmørk umrøddi í sínum innleggi á pallborðsfundinum á ráðstevnuni hjá sjúkrarøktarfrøðingum serstakliga allan útbúgvingarspurningin, sum hon helt vera ein týðandi part av tí vegamóti, sum varð umrøtt á ráðstevnuni. Tað var í 1999, at Undivísingar- og Mentanarstýrið tók við ábyrdini av sjúkrasystraútbúgvingini. Málsøkið ?Skúlamál? varð yvirtikið í juli 2002 og føroyska lógin um sjúkrarøktarfrøðiútbúgving varð sett í gildi í februar í ár. Í lógini er ásett, at sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin tekur fýra ár, og at føroysku sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu fáa bachelor heitið.

Annita á Fríðriksmørk segði, at Mentamálaráðið í næstum fer at enduskoða lóggávuna fyri tveir aðrar lærustovnar, nevniliga Fróðskaparsetrið og Læraraskúlan. Í hesum sambandi verður kannað, hvussu Fróðskaparsetrið, Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin á ein ella annan hátt kunnu samskipast í framtíðini.

Landsstýriskvinnan vísti á, at tann mynd, sum vit síggja fyri okkum, er, at útbúgvingin av sjúkrarøktarfrøðingum í framtíðini verður partur av tilboðnum á einum føroyskum universiteti: Lærdi Háskúli Føroya. Á Lærda Háskúlanum verða allar tær útbúgvingar, ið leiða til Bachelor, Master ella kandidat og Ph.d savnaðar.

-Í hesum høpi er sera umráðandi, at vit ikki gloyma tað, sum er aðalendamálið við útbúgvingini, t.e. at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar við bæði praktiskum og teoretiskum førleikum. Hava vit støðugt hetta endamál fyri eyga, er eftir míni meting eingin vandi fyri, at sjálv røktin og røktarfrøðin fara at detta niður ímillum, hóast tann ástøðiliga ella akademiska síðan kemur at fylla nógv í framtíðini.

Hon vísti so eisini á týðandi leiklutin sum bæði Familju- og heilsumálaráðið og Almannaráðið hava fyri partar av útbúgvingini av sjúkrarøktarfrøðingum. Somuleiðis hevur sjúkrarøktarfrøðiskúlin gjørt eitt megnar arbeiði.

Landsstýriskvinnan vónaði, at nýggja útbúgvingin verður til gagns fyri øll. Hon takkaði felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fyri gott og álitisfult samstarv. Felagið var við í arbeiðinum við nýggju lógini og er tað ikki minst felagnum fyri at takka, at úrslitið gjørdist so gott, sum tað gjørdist. ?Vit fingu eina góða lóg.