Ein niðurlendsk sjúkrasystir hevur í rættinum avsannað, at hon skal hava beint fyri fimm børnum og átta eldri fólkum á ymsum sjúkrahúsum í Niðurlondum.
Ákæruvaldið hevur ákært hana fyri at hava beint fyri teimum trettan fólkunum í tíðarskeiðinum frá februar í 1997 til september í fjør. Sambært ákæruritinum gav hon teimum so nógvan doyvandi heilivág, at tey doyðu.
Tað yngsta barnið, sum tann 40 ára gamla sjúkrasystirin skal hava beint fyri, meðan hon starvaðist á ymsum sjúkrahúsum í Haag, var yngri enn eitt ár, og tað elsta fólkið var 91. Í teimum trettan førunum er kvinnan ákærd fyri morð, og í fimm øðrum førum er hon ákærd fyri morðroynd.