Eitt av málunum, Miðflokkurin viðgjørdi á landsfundi sínum leygardagin, var støðan innan heilsuøkið. Niðurstøðan av hesi viðger var, at sjúkrahúsverkið er sjúkt og tørvar viðgerð.
Í hesum sambandi harmast flokkurin á ta handfaring, heilsumál fáa frá myndugleikunum. Flokkurin harmast um, at sjúkrahúsini ikki verða hildin við líka, at stríð er millum fakbólkarnar, at nýggjur stjóri ikki er settur á Landssjúkrahúsinum og at ov lítið av peningi verður játtað sjúkrahúsunum til at keypa tól fyri.
Alt hetta heldur Miðflokkurin er við at máa støðið undan sjúkraviðgerðini og sostætt eisini tryggleika sjúklinganna.
Persónsskatturin ov høgur
Miðflokkurin heldur tað vera átaluvert, at landsstýrið hevur í hyggju at lækka partafelagsskattin samstundis, sum persónsskatturin er alt ov høgur. Hetta, heldur flokkurin, vera at gera korini hjá teimum lág- og miðalløntu ósømilig.
Víst verður í hesum sambandi á, at tey, sum eiga pening í partafeløgum, eru ikki tann samfelagsbólkurin, ið mest hevur brúk fyri einum skattalætta.
? At lækka partafelagsskattin er at økja um eginognina og sostætt ogn partaeigaranna.
Miðflokkurin heitir tí í landsfundarsamtykt síni á landsstýrissamgonguna um at gera nakað við skattatrýstið á lág- og miðalinntøkurnar.
Landsfundur Miðfloksins fegnast annars um, at Føroyar hava búskaparliga framgongd, og heitir hann á myndugleikarnar um at lata framgongdina koma teimum verri stillaðu samfelagsbólkunum og útjaðaranum til góðar.
Røtt kós í fullveldismálinum
Fullveldismálið varð eisini viðgjørt á landsfundi Miðfloksins leygardagin. Niðurstøðan av viðgerðini var, at flokkuri tekur undir við teirri kós, løgtingsumboð floksins, Jenis av Rana, hevur valt í viðgerðini av málinum.
Flokkurin heldur tað vera av alstórum týdingi, at fólkarætturin verður virdur, og tí vil hann virka fyri, at málið verður lýst so væl sum til ber. Eisini heldur hann tað hava týdning, at fólkið fær seinasta orðið at siga í málinum.
Virða trúnna
Landsfundur Miðfloksins viðgjørdi eisini átrúnaðarlig sjónarmið á landsfundinum, og sluppu hesi eisini upp í part í landsfundarsamtyktini.
Flokkurin heitir á allar føroyingar um at venda aftur tl tey kristnu lívsvirðini. Hesi, heldur flokkurin, vera besta grundarlag føroyinga at byggja framtíðina á.
Miðflokkurin heitir eisini á myndugleikarnar um at tryggja, at fosturtøkulógirnar verða hildnar, og at Guðgivna hjúnarbandið verður virt.