Sjáldsamar eginleikar

Anton Skoradal stendur, sum tann fyrsti nakratíð, á odda fyri felagsliðnum úr Gøtu og Leirvík. Hann frøist sjálvsagt um at hava Andreas Lava Olsen á liðnum.

- Hann hevur sjáldsamar eginleikar, sum vit ikki síggja í føroyskum fótbólti í dag. Eg kann ikki minnast nakran, faktist. Hann er óhugnaliga skjótur og sterkur, og samanrenningin riggar ótrúliga væl. Hann hevur stríðst fyri hesum framstignum, og tað er uppiborið, at hann nú er í landsliðshitanum.

Hvussu langt kann Andreas Lava Olsen røkka við fótbóltinum?

- Tað er ógjørligt at siga. Vit hava áður sæð, at okkara størstu talent ikki sleppa longri enn til Danmarkar. Men viljin drívur verkið, og persónliga hevði hann heilst vist staðið seg aðrastaðni. Men eg kann ikki siga hvar, slær Anton Skoradal, venjari hjá Víkingi, frá.