Í summar hevur eitt par av áarerlum (Motacilla cinerea) reiðrast í Trongisvági. Áarerla er sjáldsom í Føroyum, og hon er ikki skrásett at eiga her áður.
Hon er við vissu sædd í Føroyum einans eina ferð fyri 1950 og tríggjar ferðir eftir 1950. Tí er tað heilt sermerkt, at parið hevur megnað at ala upp tveir ungar, skrivar Suðuroyarportalurin, sum sigur tað vera líkt til, at áarerlur hava verið á staðnum onnur ár eisini.
Áarerla er í slekt við erlu kongsdóttir, sum eigur í Føroyum á hvørjum ári. Men hon kennist frá á tí gula litinum. Hon er tó ikki gul á rygginum eins og gulerla, sum eisini sæst í Føroyum, skrivar Suðuroyarportalurin.