Sjáldsom atfinning

Tað er ikki á hvørjum degi, at leiðandi japanskir politikarar finnast at USA ella amerikonsku stjórnini, tí Japan og USA hava leingi verið roknað sum lond, ið eru samd í at kalla øllum. Men nú hava Taro Aso, uttanríkisráðharri og Fumio Kyuma, verjumálaráðharri, sagt, at tað var skeivt av USA at leypa á Irak, og at amerikanski politikkurin síðani álopið hevur verið skeivur. Japan var eitt av londunum, sum sendi hermenn til Irak, men teir vórðu tiknir heimaftur seinasta summar.