Í gjár læt upp framsýning í Listaskálanum við myndum hjá Fridu Zachariassen
Yngri fólk hava neyvan hoyrt um listakvinnuna Fridu Zachariassen, sum búði í Klaksvík og doyði í 1992.
Nú hevur Listasavn Føroya eina framsýning við fleiri av málningum hennara, og í tí sambandinum hevur Malan Marnersdóttir skrivað bók um listakvinnuna.
Myndirnar eru rættiliga sermerktar við sínum litum, men á framsýnigni eru eisini tekningar.
Tá ið framsýngin í dag læt upp, sang bróðursonurin Steintór Rasmusen tvey løg, sum hóskaðu væl til framsýngina, og høvundurin Malan Marnersdóttir greiddi frá, hvør listakvinnan var og um list hennara.
Friida Zahariassen er eitt av listafólkunum, sum hevur verið tagd burtur. Kanska tí, at hon var kvinna, búði í Klaksvík langt burtur frá listarliga umhvørvinum í Havn, og segði hon tað eisini við at siga sína hugsan.