Sjálvandi fara vit at krevja hægri løn

- Eg kann ikki góðtaka, at politikarar krevja, at vit skulu vísa samfelagssinni og tálma lønarkrøvini, samstundis sum teir hótta við at hækka øll møgulig avgjøld, staðfestir formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag

- Sjálvandi fara vit at krevja lønarhækking í samráðingunum, sum verða nú.

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag er púra greiður, tá ið vit spyrja hann, hvørjar vónir hann hevur til sáttmálasamráðingarnar, sum verða við arbeiðsgevararnar nú í næstu framtíð.

Sáttmálarnir millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar ganga út á midnátt 30. apríl og tí skulu samráðingar verða millum partarnar nú í vár.

Og formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag er sannførdur um, at arbeiðarafeløgini eiga at fara eftir eini lønarhækking.

Hann er eisini leiddur og keddur av kravinum, sum javnan verða sett fakfeløgunum um, at tey skulu tálma lønarkrøvini fyri at vísa samfelagssinni.

- Tað er lítil meining í, at vit vísa samfelagssinni og tálma lønarkrøvini, samstundis sum politikararnir hótta við at hækka avgjøld av øllum handa slagi, sigur hann.

- Hjá mær er slíkt ómøguligt at góðtaka, leggur hann afturat.


Hóttir við øktum avgjøldum

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag heldur, at hetta er ongantíð so aktuelt sum beint nú, eftir at sjálvur fíggjarmálaráðharrin, Jóannes Eidesgaard, fleiri ferðir hevur víst á, at tað er neyðugt at breiðka skattagrundarlagið, sum tað so fínt eitur.

Seinast, hann gjørdi tað, var í Sosialinum í farnu viku, tá ið hann gjørdi greitt, at tað ber ikki til at spara hallið á fíggjarlógini burtur, tí so detta vælferðartænasturnar í samfelagnum sundur.

Tí er landsstýrismaðurin sannførdur um, at tað eisini verður alneyðugt hjá politiska myndugleikanum at hugsa um, hvussu landskassin kann fáa hægri inntøkur.

Í hesum sambandi heldur hann, at nøkur avgjøld, sum tað ber til at hækka, eru avgjaldini á olju og bensino og kanska onnur umhvørvisgjøld við.

Hetta eru avgjøld sum raka vanliga løntakaran beinleiðis og tí heldur Hans Joensen, at tað er ongantíð so týdningarmikið hjá fakfeløgunum at vera á varðhaldi sum akkurát nú.

- Tað verður ómetaliga tórført hjá mær at góðtaka, at vit skulu tálma lønarkrøvini og vísa samhaldsfesti, nú samfelagið er á gravarbakkanum, tá ið sjálvur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum longu frammanundan samráðingunum hóttir okkum við hægri avgjøldum.

- Tann stóri vandin er, at so títt og knapt vit hava skrivað undir ein nýggjan lønarsáttmála við lítlari ella ongari lønarhækking, verða alskyns avgjøld hækkað.

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag hevur so lítið álit á politisku skipanini, at hann ivast ikki í, at politikarar bíða við vilja til arbeiðarafeløgini hava skrivað undir nýggjan sáttmála, so smekka teir til við avgjaldshækkingum.

Hann leggur stóran dent á, at við hesum hevur hann ikki lagt upp til, at arbeiðarafeløgini skulu tálma lønarkrøvini, tí feløgini fara sjálvandi at krevja hægri løn.

Hann ivast heldur ikki í, at tað fer at kynda uppundir lønarkrøvini hjá fakfeløgunum, at politiski toppurin longu nú er farin at tosa um at hækka ymisk avgjøld.

- Tað sigur seg sjálvt, at tað fer at ávirka samráðingarnar og lønarkrøvini, leggur hann afturat.

Les eisini greinina: Mugu ikki sleppa at lumpa arbeiðsfólk einaferð afturat