Ólavur Hátún
-----
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, tekur okkum stundum á bóli við frískum hugskotum og útsøgnum. Soleiðis eisini í Degi og Viku seinasta týskvøld, tá hann í orðaskifti gav til kennar eisini sína sannføring um, at bert ein samhaldsføst tunnilsgjaldsskipan, har øll koyrandi bera kostnaðin í felag, kann føra okkum á mál til fullgóða samferðsluskipan.
Hugstoytandi hevur tað verið í útvarpinum at hoyra t.d., at gjáarfólk og fámjiningar ikki í næstu framtíð skulu kunna droyma um at fáa í lag tey smáu tunnilshol, sum teimum er tørvur á til trygga ferðing til og frá – hugstoytandi ikki bara hjá fólki har á staðnum, men hjá øllum, sum hava føriska heildarsamfelagið í huga og sinni.
Burtursæð frá, at Viðoyggin nýliga er komin í fokus, hevur tunnilsorðaskiftið seinnu árini mestsum bara snúð seg um Skálafjarðartunnilin og/ella Sandoyartunnilin. Men umframt hesar báðar megintunlar aftrat teim fimtan verandi, sum hava gjørt tað liviligari víða um í landinum, er tørvur á enn so mangari aðrari tunnilsgerð, áðrenn samferðslukervið kann sigast at vera útbygt til fulnar á hesum øki.
Á ongan hátt kann landskassin einsamallur bera kostnaðin av hesari so átrokandi útbygging, og at sleppa privatum íleggjarum framat í okkara samferðsluskipan og geva teimum fíggjarligan ræðisrætt, har sum íløgan loysir seg best, er heilt burturvið. Men standa vit solidariskt saman, so at øll gjalda í mun til tað, sum tey koyra gjøgnum tunlar, verður fíggjargrundalagið haldgott og samfelagsgagnligt og málið komið í eygsjón.
Havi áður sum leikmaður loyvt mær at vísa á, at við einum gjaldi upp á bara 20 kr. aftur og fram gjøgnum tunnlar – bert triðingin av bíligastu loysnini hjá ferðandi øll hesi mongu árini gjøgnum Vágatunnilin og í Norðoyatunnilin -, so verða við verandi ferðslu ikki undir 100 milliónir tøkar um árið, sum so aftur verða trygt grundarlag undir milliardaláni eitt nú uttanlands.
Við munagóðari avsláttarskipan og møguligum ársgjaldi verður tunnilsgjald heldur ongin nervandi forðing, um ferðarleiðin gongur gjøgnum fleiri tunlar.
Ivaleyst man tað tó fara og falla mongum fyri bróstið, um kubba- ella onnur bummgjaldsskipan verður sett í verk, har tað áður var frítt at fara. Men sum løgmaður tók til, so hava vit ikki ráð til annað, um hesar stóru verkætlanir til fullgóðan samanhang í okkara samfelag skulu kunna fremjast. Í landi sum t.d. Norra, har fíggjartreytirnar eru heilt aðrar enn her hjá okkum, er tað ein sjálvfylgja, at tú rindar fyri at koyra gjøgnum tunlar, sum land ella býir hava latið gera.
Eitt fullgott samferðslukervi er ikki bara av alstórum týdningi fyri livilíkindir og trivnað úti um landi, men er t.d. eisini ein fortreyt fyri, at vit øll til fulnar skulu kunna gagnnýta teir upplivingarmøguleikar, sum okkara land hevur at bjóða okkum, sum búgva her eins og ferðandi uttanífrá.
Dugi illa at hugsa mær, at politisk undirtøka ikki skal kunna fáast frá bæði samgongu og andstøðu fyri slíkari loysn, sum tað her oman fyri er borið við.