Tað eru summi, sum seta spurbartekin við, um finalan í steypakappingini um Løgmanssteypin skal spælast á ólavsøku ella ikki.
Grundgevingarnar eru ymiskar. M.a. tann, at spælararnir eru kanska ikki so væl fyri síðst í juli, tí teir hava hildið frí frá landskappingini í nakrar vikur, og tí verður spælið í dystinum so sum so. Ein onnur grundgeving er hon, at finaludysturin skal ikki blandast saman við tjóðarhátíðina, tí torført at fáa spælrarnar at hugsa um fótboltin fyrst og fremst.
Nakað er sjálvandi um hesar grundgevingarnar og aðrar við. Hinvegin kann spurnartekin ikki setast við, at tað hevur skapt størri áhuga fyri finaluni um Løgmanssteypin, síðani hon varð sett til at verða spæld ólavsøkudag fyri nøkrum árum síðani.
Tey flestu munnu halda, at kappróðurin er høvuðspunktið á skránni fyri ólavsøkuaftan - í hvussu so er á ítróttarøkinum. Og tey flestu munnuhalda, at nú hava vit fingið eitt hæddarpunkt afturat á ítróttarliga økinum á ólavsøku, og tað er finaludysturin í steypakappingini.
Víst hevur altíð verið steypadystur ólavsøkudag millum annað havnarliðið og eitt av bygdaliðunum, men ein slíkur dystur kann á ongan hátt samanberast við tann hátíðardám, sum ein finaludystur um løgmanssteypin hevur.
Tað síggja vit eisini á áskoðaratalinum. Ífjør vóru meira enn 4200 fólk til finaludystin og í ár lá talið um 3300, sum má metast at vera eitt rættiliga høgt áskoðaratal. Harafturat eiga vit at minnast til, at á ólavsøku er helst meira enn helvtin av Føroya fólki í høvuðsstaðnum, so tað er tá, at fólk hava møguleika at leita sær niðan í Gundadal.
Finalan í ár vísti ikki tað stóra fótboltsspælið, men tað kunnu vera fleiri orsøkir til tað, sum ikki skulu umrøðast her, men ein er, at nógv stóð upp á spæl hjá báðum pørtum. Hja GÍ at spæla úti í Evropa eitt ár afturat, og hjá B36 í hvussu so er at tryggja sær sigur í steypakappigini.
At hava dystin fyrr í juli ella í fyrru helvt er sjálvandi ein møguleiki, men vit eiga at hugsa um, at tá eru nógv fólk í feriu, meðan støðan tykist vera tann, at nógv venda heim aftur fyri ólavsøku, ella bíða við at fara til eftir ólavsøku, og tí tykist sum at nógv fólk eru júst heima um hetta mundið.
Tá alt hetta er sagt, skal bara leggjast afturat, at tað klokkutíðin nær dysturin verður spældur, eigur at ásetast fyrr enn í sjálvari ólavsøku-vikuni. Har-afturat er rættast at flyta dystin til seinri á degi, so finalan í steypakappingini hjá kvinnum ikki skal spælast, samstundis sum Løgtingið verður sett, og soleiðis at kappríðingin, sum er gamal táttur í skránni fyri ólavsøkudag, kann vera liðug, áðrenn finaludysturin byrjar. Men flytið ikki dystin til annan dag!