Í hesum døgum hevur Norðurlandaráðið fund í Svøríki. Hetta er árligi ráðsfundurin, har allar tjóðirnar, londini og økini í Norðurlondum luttaka.
Í hesum sambandi hevur Útnorðurráðið við grønlendska formanninum Josef Motzfeldt á odda heitt á Norðurlandaráðið og Ráðharraráðið um at strika orðingina ØKI, tá henda verður brúkt um fleiri av londunum í Norðurlondum.
Vit hava aftur og aftur hoyrt og sæð á skrift vendingina “sjálvstýrandi økini” brúkta um serstakliga Føroyar og Grønland.
Útnorðurráðið sigur í síni áheitan, at heldur enn at brúka orðingina “lond og sjálvstýrandi øki” eiga vendingarnar “ríki og lond” ella “statir og sjálvstýrandi lond” at verða nýtt, soleiðis at orðið lond ikki verður brúkt í einum týdningi, sum útilokar Føroyar og Grønland.
Vit kunnu bara taka fult og heilt undir við hesi áheitan. Orðið øki er bæði niðurgerandi og er ikki sørt eyðmerkt av hjálandaveldi. Grønland og Føroyar eru sjálvandi sjálvstýrandi lond og ikki øki. Latið tað vera sagt einaferð med alla. Við okkara serstøku mentanum, máli, søgu og geografi er als eingin ivi um, at talan er um lond.
Ein spurningur, sum eisini hevur verið reistur, eitt nú í svensku miðlunum í sambandi við Norðurlanda ráðsfundin er týdningurin, sum Norðurlond kunnu hava, um tey standa meira saman. M.a. verður víst á í blaðgrein, at Norðurlond eiga at standa so mikið nógv saman, at tey einaferð í framtíðini eiga at skipa seg sum eitt samveldi. Tá vilja tey sum ein felags eind standa nógv sterkari, ja entá verða tann felags eindin í heiminum, sum stendur nógv sterkast.
Her er sjálvandi ikki talan um vápn ella slíkt vald. Norðurlond eru kend fyri sínar sosialu- og heilsuligu skipanir og fyri eitt sera dynamiskt vinnulív. Fyri at ganga á odda í mannarættindaspurningum á nærum øllum økjum í samfelagnum. Eisini tá tað snýr seg um javnrættindi. Og ikki minst eiga Norðurlond ella rættari umsita tey nøkur av heimsins størstu virðum í havinum.
Spurningurin um eitt samveldi í Norðuratlantshavi hevur fyrr verið reistur. Eingin ivi um, at londini her eiga at menna samvinnuna, men um talan skal blíva um eitt samveldi er so nakað, sum má viðgerast í fólkavaldu tingunum. Málið verður so enn meira breitt og áhugavert, tá spurningurin um øll Norðurlond saman kunnu gerast til eitt samveldi. Ein gamal tanki, sum uttan iva er mongum norðbúgva nærliggjandi. Um ES hevur forkomið hesum møguleika er so ein annar spurningur. Men hví ikki taka hesar spurningar til umrøðu. Hvat uppskotinum um at strika øki og brúka orðingina land ístaðin, har er als einki at umrøða. Tað er ein sjálvfylgja.