Sjálvavgerðarrætturin er okkara!

Í sambandi við fráboðanina til ST um víðkaðu heimildir Føroya í uttanríkispolitikki, viðurkenna danir fyri fyri fyrstu ferð at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt sambært altjóðarætti. Løgfrøðiliga broytir hetta møguliga ikki okkara støðu munandi, men politiskt hevur hetta stóran týdning.

Jóannes Eidesgaard, løgmaður




Danir hava síðani 1948 sent fleiri fráboðanir til ST, har teir eisini upplýsa um rættarstøðu Føroya  millum annað varð hetta gjørt í 1998. Hetta ger Danmark sum limaland í ST, og fráboðanirnar verða vanliga ikki politiskt viðgjørdar ella sendar Løgtinginum. Í hesum umfari boðaðu danir ST frá, at Føroyar við uttanríkislógini nú hava víðkaðar heimildir á uttanríkisøkinum. Í fráboðanini verða føroyingar fyri fyrstu ferð nevnd eitt fólk við sjálvsavgerðarrætti í altjóðarætti. Hetta er nakað danir ongantíð hava vilja gjørt áður!

Ógreitt hugtak, greið støða
Teoretiskt og løgfrøðiliga er sjálvsagerðarrættur eitt hugtak, sum ymiskar metanir eru um. Og serfrøðingarnir geva ikki eitt greitt svar, hvat hesin sjálvsavgerðarrættur merkir.

Persónliga eri eg samdur við Halgir Winther Poulsen, tá hann sigur, at lykilin til loysingina liggur hvørki í New York ella á Christiansborg, men í Føroyum. Mín innasta sannføring er, at hava vit ein dag ein greiðan meiriluta fyri loysing, so fáa vit loysing  eisini hóast vit mugu boða dønum frá avgerð okkara og samráðast við danir um ymisk viðurskifti í sambandi við loysingina.

Orðið fangar
Orðingarnar um sjálvsavgerðarætt føroyinga sambært altjóðarætti standa eisini í felagslýsingini um yvirtøkulógina, sum varð undirskrivað 4. apríl í fjør. Eisini tá varð kjakast um, hvørt sjálvsavgerðarrætturin hevur nakran týdning  um hetta er tann ytri, ella innari sjálvsavgerðarrætturin. Professarin í fólkarætti og fyrrverandi danskur løgmálaráðharri, Ole Espersen, segði tá í samrøðu við ÚF: Når det siges på denne måde her, er det vanskeligt at forestille sig, at nogen dansk regering på noget tidspunkt vil nægte Færøerne fuld selvstændighed, hvis Færøerne ønsker det.

Eisini danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen gjørdi tá alment púra greitt, at føroyingar fáa loysing, vil føroyska fólkið tað. Við hesum endurtók hann orðini hjá undanmanni sínum Poul Nyrup Rasmussen.

Umframt at danir nú í altjóðahøpi nevna okkum sum eitt fólk við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóðarætti, hevur danska fólktingið eisini niðurfelt í fólkatingssamtykt at føroyingar fáa loysing, vilja vit tað. Skuldi tað komið til skarpskeringar ein dag, tí føroyska fólkið ynskir seg úr ríkisfelagsskapinum, so er tað í roynd og veru ómøguligt hjá dønum at bakka ella forða hesum.

Tí hava hesar politisku útsagnir stórt virði - ikki minst tá altjóðasamfelagið skal meta um kravið hjá føroyingum. So hóast ein tekur ta støðu, at støða okkara løgfrøðiliga ikki er nógv broytt, so er eingin ivi um, at tað hevur stóra týdning, at danir skriva svart uppá hvítt og siga alment, so allur heimurin hoyrir tað at føroyingar ráða sær sjálvum, tá tað snýr seg um ríkisrættarligu framtíð okkara.

Støða okkara styrkt
Íslendski serfrøðingurin í altjóðarætti Gudmundur Alfredsson sigur, at tað er positivt, at føroyingar í fráboðanini verða nevnd eitt fólk, sum hevur sjálvsavgerðarrætt sambært altjóðarætti. Síðani sigur professarin, at tað er sera óheppið, tá danir ferð eftir ferð senda fráboðanir til ST, har nevnt verður, at Føroyar eru partar av danska ríkinum, og harvið undir grundlógini.

Men júst tí at danir javnan senda fráboðanir um støðu Føroya til ST, er tað so umráðandi, at føroyingar hesuferð verða nevnd eitt fólk við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóðarætti.

Føroyar vegna Føroyar
Uttanríkislógin gevur okkum møguleika at gerast meira sjónlig í uttanríkispolitikki. Onnur lond fara við tíðini ikki longur at ivast í, at Føroyar  hóast partur av ríkisfelagsskapi  er ein sjálvstøðugur partur. Í øllum yvirtiknum málum, kann løgmaður nú skriva undir vegna Føroyar  sum Føroyar.

Besta dømi um hetta eru avtalurnar, vit júst hava gjørt við ES, Sveits, Norra og Ísland í sambandi við kumuleringsskipanina. Við heimild frá løgmanni hevur okkara sendimaður í Brússel undirritað hesar týdningarmiklu avtalur. Tí eftir uttanríkislógini skulu altjóðarættarligir sáttmálar, ið viðvíkja yvirtiknum málsøkjum, undirritast av løgmanni ella øðrum, ið hann gevur fulltrú, og hendan undirskriftin verður altjóðarættarliga bindandi.

Áðrenn vit fingu uttanríkislógina hevði tað verið danski uttanríkisráðharrin, ella annar við fulltrú frá honum, sum hevði undirritað bindandi fyri Danmarkar ríki og fevnandi um Føroyar. Løgmaður hevði tá møguleika at medundirrita  uttan altjóðarættarligt gildi. Áðrenn uttanríkispolitisku lógina kundu vit heldur ikki fara undir samráðingar uttan loyvi frá dønum. Hetta kunnu vit nú!

Tað er bert í sera fáum og heilt serligum málum, har talan er um sáttmálar millum ríkir, at Føroyar koma at undirrita sum The kingdom of Denmark in respect of the Faroes ella Kongsríki Danmarkar viðvíkjandi Føroyum.

Avmarkingarnar í uttanríkislógini liggja í, at vit ikki kunnu upptraðka sum sjálvstøðugur partur í øllum millumtjóða felagsskapum  tað merkir, har bert sjálvstøðug lond eru limir  um Danmark frammanundan er limur. Hetta kundu vit heldur ikki áðrenn, tí vit ikki eru sjálvstøðug tjóð.

Saman at standa
Fólkarættarserfrøðinginum Frederik Harhoff sigur við Dimmalætting, at: Við uttanríkislógini hava Føroyar fingið so víðkaða heimild, sum til ber uttan at melda seg úr ríkisfelagsskapinum og harvið loysa. Hesa tulking kunnu vit kjakast um. Men veruleikin er jú, at so leingi vit eru í ríkisfelagsskapinum, er uttanríkismál danskt málsøki. Vit kunnu ikki, sum partur av danska ríkinum gera, sum okkum listir. Men uttanríkislógin gevur nakrar møguleikar, og tá ræður um avtalur á økjum, vit hava yvirtikið, nýtist okkum ikki longur at spyrja um loyvi.

Eg trúgvi, at stórur meiriluti at Føroya fólki vil, at vit gerast alt meira sjálvbjargin og taka ábyrgdina av landi okkara. Tað er her heima slagið skal vinnast fyri størri sjálvræði . Tað er her heima, vit mugu fyrireika okkum til at klára okkum uttan danska ríkisveiting og ikki nýta orkuna til at stríðast við danir um eitt mál, har vit standa sterk  og nú eitt vet sterkari enn áður.
[email protected]