Sjálvbjargni fyri lántar pengar

Meðan skip verða løgd og fólk ikki hava ráð at hava oljufýringina tendraða, arbeiðir landsstýrið við at gera yvirtøkur fyri lántar pengar

Í sambandi við at stóru almennu fakfeløgini hava biðið um nýggjar lønarsamráðingar við Fíggjarmálaráðið, segði Karsten Hansen, landsstýrismaður, við Útvarpið í farnu viku, at tað er ikki serliga áhugavert at seta seg í skuld fyri eina lønarhækking.

 

Boðskapurin hjá landsstýrismanninum var púra greiður. Fíggjarlógin sum fyri bara nøkrum fáum mánaðum síðani skuldi hava eitt trýsifrað millióna avlop, hevur longu eitt reelt undirskot. Allar útreiðslur, sum koma afturat, fara tí at økja um undirskotið, og mugu takast av uppsparingini, ella fíggjast við láni. Og at taka lán, fyri at fíggja eina lønarhækking er ikki serliga spennandi.

 

Men sama dag sum Karsten Hansen kom við hesum úttalilsinum, var freistin úti, sum politisku flokkarnir høvdu fingið frá landsstýriskvinnuni í lógarmálum, at velja umboð í ein bólk, sum skal arbeiða við yvirtøkuni av útlendingamálum og marknaeftirliti. Henda yvirtøkan kostar nógvar pengar, og tí verður spennandi at vita, um hon eisini verður fíggjað við lántøku, nú einki avlop er at gnaga burturav. Eisini aðrar yvirtøkur skulu gerast í hesum valskeiðinum, sum fara at kosta langt omanfyri 100 mió. krónur um árið. Skulu eisini tær fíggjast við lántøku? Og nær skulu lánini gjaldast aftur, og hvørjum skulu vit gjalda við, nú skipini ikki hava ráð at loysa, og fiskifrøðingar siga, at vit mugu ikki fiska tosk, og vanliga fólkið hevur ikki ráð at hava oljufýringina tendraða? – Eg spyrji bara !

 

Nei tað er ikki serliga áhugavert at seta seg í skuld fyri eina lønarhækking. Men tað er heldur ikki áhugavert at vera borgari í einum landi, har politikarar eru upptiknir av at gera yvirtøkur og opna sendistovur úti í heimi, heldur enn at loysa teir veruligu trupulleikarnar, sum hótta samfelagið.

 

Fullveldi og sjálvbjargni fyri lántar pengar, meðan fólk sita køld, - tað kunnu vit ikki brúka til nakað!