Sjálvhjálpin skal styrkja sjálvkenslu og sjálvsábyrgd

Tíðindaskriv

Sjálvhjálpin

 

Sjálvhjálpin lat upp tann 31. oktober 2007 í hølunum Gongin 20 í Havn. Mikudag frá kl. 16 til 18 svara ráðgevarnir spurningum bæði umvegis telefon 280005 og eisini ber til at støkka inn á gólvið. Haraftrat svarar telefonin gerandisdagar frá kl. 12 til 16, har møguleiki er at seta fram spurningar. Eisini er møguleiki at senda mail [email protected].

Sjálvhjálpin er eitt ókeypis og anonymt tilboð um holla upplýsing, ráðgeving og vegleiðing. Sjálvhjálpin er óheft av politiskum og átrúnaðarligum hugburði. Í Sjálvhjálpini fæst upplýsing, ráðgeving og vegleiðing í einstaklinga- og familjuviðurskiftum. Tað veri seg fyribyrging, kvinnur/pør ið umhugsa, ella hava fingið framt fosturtøku, trupulleikar í parlagi, kvinnur/menn útsett fyri neyðtøku og kynsligari misnýtslu og ivamál av sosialum og persónligum slag. Ráðgevarnir umboða fylgjandi fakbólkar: sosialráðgevi, sálarfrøðingur, gudfrøðingur og sexologur. Øll ið eru knýtt at Sjálvhjálpini hava tagnaðarskyldu.

Endamálið við Sjálvhjálpini er at miðja ímóti at styrkja støðuna hjá tí einstaka, at styrkja sjálvskenslu og sjálvsábyrgd, soleiðis at tann einstaki í størri mun fær styrki at taka avgerðir í lívsins viðurskiftum. Sjálvhjálpin veitir ikki viðgerð, men er eitt ískoyti til aðrar stovnar. Tann ið vendir sær til Sjálvhjálpina fær eitt lurtandi oyra frá einum, ið skilir støðuna, vísir umhugsni og gevur holla vegleiðing og ráðgeving.

Sjálvhjálpin ger hagtøl fyri at meta um tørvin á ráðgeving og fyri at lýsa, hvørjar trupulleikar fólk venda sær til Sjálvhjálpina við, hvør tað er, sum søkir hjálp, hvørjir ráðgevar serliga vera eftirspurdir, og hvussu tíðarkrevjandi arbeiði er og búðstað, hjúnarstøðu, aldur, útbúgving/arbeiði og børn. Hagtalsbløðini eru ónavngivin, og tað ber ikki til at kenna aftur, hvør hevur vent sær til Sjálvhjálpina.

Hagtalsblað verður skrivað eftir hvørjari áheitan.

Í november vóru 4 áheitanar, december 12, januar 18, februar 12, mars 15 og í apríl 24. Kvinnur

hava vent sær 32 ferðir, menn 13 ferðir, 4 samrøður/ráðgeving hava verið til pør og restin av áheitanunum hava verið um telefonina.

Bústaðarkommununar eru býttar í 7 ymiskar kommunur, flestu áheitanirnar koma úr Tórshavn.

Ofta venda fólk sær við fleiri enn einum trupulleika. Áheitaninar hava verið um: Við barn, blóðskemd, kynslig misnýtsla, onnur misnýtsla, foreldramynduleiki, samverurættur, búskapur, búðstaðarviðurskifti, ótrúskapur, harðskapur, sundurlesing, barnapeningur, sorg, kærumál, chikane/happing, sex-chikane, kynsligir trupulleikar og upplýsing um Sjálvhjálpina.

Øll, sum hava vent sær til Sjálvhjálpina hava fingið ráðgeving/vegleiðing, av teimum eru 15 víst til ávikavist kommunulækna, sálarfrøðing, Almannastovuna, Ríkisumboðið, Barnaverndastovuna og Rættarhjálpina.

Heimasíðan hjá Sjálvhjálpini er at finna á adressuni: www.sjalvhjalpin.fo