Sjálvsálitið alt at siga

Roar Dalsgarð var maðurin, sum við seinasta skotinum í dystinum vissaði Neistanum sigurin sunnudagin. Og sjálvur helt Roar, at talan var um ein ómetaliga týdingarmiklan av slagnum.
- Fyri sjálvsálitið hevði hetta alt at siga. Vit skuldu havt vunnið í Vestmanna seinasta vikuskifti, men veruleikin er samstundis, at vit fingu eitt lyft, tá vit vunnu seinnu hálvfinaluna móti StÍF.
Síðani tá hevur Neistin ikki tapt, og við bara tveimum stigum upp til annaðplássið, er tað enn ein púra opin spurningur, hvørt teir hava møguleikan at spæla seg í FM-finaluna.
- Tað er so tað, sum vit fara eftir. Vit eru væl við, og so mugu vit bara ikki snáva nú seinastu dystirnar. Men tað er so eisini galdandi fyri hini liðini í oddinum, so eg rokni við, at talan verður um nakrar sera spennandi dystir nú seinastu umførini.
Um málið, sum Roar skeyt móti dystarenda, segði hann, at har var ikki so nógv annað at gera enn at royna.
- Tíðin er jú ikki til so nógv. Eg royndi bara at koma upp um múrin, áðrenn skotið varð sent avstað. Tað eydnaðist, og hóast Levi í H71-málinum helt, at talan var um nóg so heppið mál, so er tann spurningurin ikki so týðandi fyri okkum.