Áki hevur gjøgnum alt árið verið ein av høvuðsstuðlunum undir góðu neistaúrslitunum, men sjáldan man avrikið hava verið so sjónligt og avgerandi sum í dystinum á Skála.
Mansverja gav rúmd
Spurdur um, hvørt tað var nøkur serlig orsøk til, at tað lá somikið væl fyri sunnudagin, helt hann, at tá mótstøðuliðið leggur seg eftir at mansverja Heina Joensen, gevur hetta sjálvandi nógv pláss til hinar leikararnar.
- Eisini kom Marius rættuliga langt út, tá hann vardi fyri mær, og hetta gav eisini fleiri møguleikar til viðleikarar mínar, men tíverri hevði Johan ein sera góðan dag, har hann tekur eina rúgvu av skotum, heldur Áki fyri.
Tað skerst tó ikki burtur, at málini, sum Áki fekk móti endanum av dystinum høvdu sera stóra ávirkan á úrslitið, og hetta ásannar vestmenningurin eisini. Hann legði tó afturat, at avgerandi løtan helst var, tá Bogi bjargaði royndini frá Artur, tá hesin hevði møguleika at økja upp í 24-20.
- Eg veit ikki, hvussu hann gjørdi, men hann fekk so fótin á bóltin, og tá vit so fáa tvey skjót mál, er dysturin aftur víðopin, helt Áki fyri.
Hann helt annars, at neistaleikararnir gjøgnum allan dystin høvdu brent í so nógvar møguleikar, har skot vórðu send á stongina og við síðuna av, men hetta kemst eisini av, at Johan stóð somikið væl.
Vilja fegnir hava hjálp
Nú bert tveir dystir eru eftir at leika, er einki at dylja yvir, at Neistin er sera nær fyrsta FM-hetinum síðani 1978.
Tveir dystir eru eftir, og møguliga lagar tað seg soleiðis, at seinasti dysturin í Vestmanna, har Áki skal hitta fyrrverandi liðfelagarnar verður avgerandi fyri gulldystin.
Áki sigur tó, at teir enn ikki eru farnir at hugsa um henda dystin, men hann leggur kortini afturat, at tað kann gerast sera strævið, um talan her verður um ein finaludyst at kalla.
Verður hetta støðan, eru vestmenningar helst favorittar, um tað ber til at tosa um favorittar.
- Sjálvsálitið er sjálvandi í toppi, nú vit hava vunnið 10 dystir á rað, men kortini meti eg, at royndirnar hjá vestmenningum kunnu koma teimum til góðar í einum slíkum dysti, og tískil hava vit einki ímóti, at StÍF rættir okkum eina hjálpandi hond komandi vikuskifti.
At enda spurdu vit Áka um, hvør munurin var á avrikunum hjá Neistanum í grundspælinum og endaspælinum, og her helt landsliðsleikarin, at tað serliga var stríðsviljin, sum gjørdi munin.
Í grundspælinum fóru vit ofta niður við høvdinum, men seinastu dystirnar hava vit veruliga arbeitt fyri sigrunum, og hetta hevur eisini givið úrslit, sigur Áki Olsen at enda.
Hvørt hesin stríðsvilji verður gull verdur, fæst so at vita um einar tvær vikur ella so