Sjálvsagt ja til Kyoto

Javnaðarflokkurin tekur sjálvsagt undir við Kyoto-avtaluni, um at minka um luftdálkingina. Hesum boðaði Javnaðarflokkurin longu frá undan valinum, og hesa ætlan syrgdi Javnaðarflokkurin fyri at fáa við í samgonguskjalið. Vit vera sjálvsagt eisini við til at fremja hana í verki

John Johannessen,
Løgtingsmaður
www.john.fo

Kyoto sáttmálin skal setast í gildi fyri Føroyar. Hesi vóru greiðu boðini frá Javnaðarflokkinum í valskránni “Tað góða samfelagið” upp undir løgtingsvalið í 2004. Hetta var meint í álvara, og Javnaðarflokkurin stendur framvegis við hvørt orðið.

Í samgonguskjalið frá 2004 fekk Javnaðarflokkurin niðurfelt, at “miðvís ætlan verður løgd fyri at minka um luftdálkingina” og at “Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi við atliti at felags átøkum, ið minka um dálkingina, menna umhvørvisverndina og økja um burðardygdina”.

Síðani samgonguskjalið varð undirskrivað hevur Javnaðarflokkurin regluliga strongt á samgonguflokkarnar, fyri at fáa góða viljan framdan í verki. Hóast vit ikki eru komin á mál, so hevur hesin politiski viljin kortini borið ávøkst. Nýggj elveitingarlóg, ið leggur dent umhvørvisvinarliga elframleiðslu, er liðugt fyrireikað og send út til hoyringar. Harumframt er framtíðar grønur orkupolitikkur orðaður. Aðalorðaskifti um orkupolitikkin er sett á skrá í løgtinginum hósdagin 1. februar.

Renna undan ábyrgd
Tíverri ber kortini til at staðfesta, at vit eru langt burtur frá nógvum av lyftunum, ið givin eru í samgonguskjalinum um umhvørvis- og orkupolitikkin. Hetta mest tí, at júst hetta økið er nakað, ið traditionelli meirilutin í politisku flokkunum ikki tekur í serliga stórum álvara. Tó dámar flokkunum væl at koma við politiskt korrektum útmeldingum um málið. Dømini eru fleiri.

Eitt gott dømi sóu vit herfyri. Formaður Sambandsfloksins, sum eisini er fíggjarnevndarlimur, sendi 31. oktober 2006 út eitt tíðindaskriv. Í tíðindaskrivinum boðaði Kaj Leo Johannesen frá, at Sambandsflokkurin mælir til, at Føroyar gerast ein partur av Kyoto-avtaluni. Um sama mundi vórðu pengaposarnir í fíggjarnevndini fluttir aftur og fram frá øki til øki. Kaj Leo Johannesen hevur sum limur í fíggjarnevndini og sum floksformaður stórt vald í hesum spæli. Hann er eisini væl vitandi um, at umhvørvisfyrisitingin er niðurpínd og neyðugt er við peningi, skal nakar hugsingur vera um at fáa gjøgnumført Kyoto. Men hann skaffaði ikki eina krónu.

Heldur ikki vildi formaður Sambandsfloksins vera við, tá eg sjálvur saman við Andriasi Petersen, Johan Dahl og Hergeiri Nielsen legði fram uppskot fyri tingið, um at játta 5 milliónir krónur til umhvørvisvernd, eftir at hetta økið er skorið fyri játtan seinastu árini. Fólkaflokkurin vildi heldur ikki vera við, og stórur partur av Javnaðarflokkinum var ov upptikin av at býta grótrúgvur ímillum sín.

Útpurring
Andstøðan hevur gjøgnumskoðað veiku støðuna hjá samgonguni á umhvørvisøkinum. Tí sær Tjóðveldisflokkurin sær góðan møguleika fyri rumbli, við at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið, um at taka undir við Kyoto.

Tað undraði meg ikki sørt at hoyra ábyrgdarpersónar fyri allar tríggjar samgonguflokkarnar í útvarpstíðindunum herfyri. Knappliga vóru teir allir ímóti Kyoto – einsamallir í verðini. Helst var hetta orsakað av samvitskubiti og vanligu fordómunum ímóti andstøðuni.

Mín meining um andstøðuuppskotið er, at vit eiga at taka hetta sum eina útpurring í tøkum tíma. Samgongan eigur at virða samgonguskjalið, taka á seg solidariska ábyrgd í heimssamfelagnum og beinan vegin fara undir at fyrireika ígildissetan av Kyoto. Ikki eftir diktaturi frá Tjóðveldisflokkinum, men sum eina skilagóða politiska ætlan, ið langt síðani er avtalað í samgonguni. Kanska Edmund Joensen tá kann siga, at her hendir kortini nakað...